Føroya Møblasøla: Eisini á Dungasandi verður framúr góða og FIFA-góðkenda graslíkið lagt á vøllin.
Á Dungasandi hava tey eisini valt vælumtóktu tundurfylluna til nýggja vøllin. Tundur er umhvørvisvinarligt og er eisini betur fyri tey, sum íðka á vøllinum, enn gummifyllan.
Arbeiðið at leggja nýtt graslíki á byrjaði í gjár og fyrrapartin í dag var longu stórur partur av vøllinum grønur.
Gongur alt væl og veðrið heldur sær, so verður arbeiðið at leggja nýggja graslíkið á liðugt longu í næstu viku.
Tá hesin vøllurin er handaður, eru nærum allir vøllir á Vágum skiftir út og eru teir allir uttan gummi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo