Havnar Badmintonfelag: Aftaná at hava ligið stillur í 5 ár, varð aftur Badmintonskúli á skránni.
Í døgunum 29. juni til 2. juli møttust 80 børn og ungdómar at stuttleika sær í Badmintonhøllini í Havn.
At badmintonskúlin hevur verið saknaður sást á teimum mongu tilmeldingunum. Børn og ung úr flestu badmintonfeløgunum í landinum luttóku, umframt at fleiri fingu møguleikan at royna badminton fyri fyrstu ferð.
Tey yngru møttu fyrrapartin, og tey eldru seinnapartin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo