Lítil munur hoyrist á grønlendskum MF-arum, antin tey koma úr Siumut, IA, Nallarak, Demokraterne ella Attasut.
Tey eru sosialistar, ið vilja súgva meiri enn tær 6 mia kr, tey nú fáa úr donsku boppu árliga.
Tað er 10 ferðir meiri enn blokkurin til Føroya (630 mió kr)-
Politiska skipanin í Grønlandi sær út til at vera 10 ferðir meiri fløkt enn okkara av donskum stuðulspengum.
Danski blokkurin til Føroya er lutfalsliga minkaður úr 40% niður í 10% av fíggjarlógini eftir 20 árum.
Orsøkin er, at føroyski búskapurin er øktur úr 15 mia kr upp í 25 mia kr.
Í tí hepnu gongd hevur Fólkaflokkurin verið felagsnevnari ta mestu tíðina.
Men danski blokkurin o.a. almennar veitingar úr Danmark til Grønlands bara vaksa.
Føroya útflutningsvirði er 3 ferðir (12 mia kr) størri enn grønlendska (4 mia).
Tí hevur Føroya støða í Ríkinum lítið felags við ta grønlendsku.
Eisini 2 sosialistar úr Føroyum
Føroyar hava javnan sent 2 sosialistar á Fólkating, so teir ‘norðurlendsku’ 4 MF-ararnir hava stuðlað reyðum donskum stjórnum, aktivt ella passivt.
Hetta valið sær út til at senda eitt javnaðarumboð (helst dýrasta og besta ‘sjónleikara’) úr Føroyum á Danating.
Hin MF-arin kann umboða Fólkaflokk, Tjóðveldi ella Samband.
Atkvøður fyri teim smáu, Framsókn og Miðflokki, fara sum vant fyri einki.
Fær Tjóðveldi valt umboð, koma 4 sosialistar úr Grønlandi og Føroyum á Fólkating.
Tað kann forða fyri eini borgarligari danskari stjórn og politikki, alt annað líka.
Tað veldst um Moderatu ‘Løkkistarnir’ detta til høgru ella vinstru.
Valið í Føroyum kann gera mun
Tað er tí ikki líkamikið, um føroyingar velja borgarligt ella sosialistiskt..
Danski búskapurin ávirkar eisini føroyska búskapin, gjaldoyra, kursir, Tjóðbanka, rentu-, lánipolitikk ofrv.
Danir keypa fyri bert 1 mia kr árliga av føroyskum útflutningi (ið er 12 mia kr íalt).
Føroyar innflyta fyri 6 mia kr (av íalt 11 mia kr) árliga úr Danmark.
Sostatt er danska handilsavlopið i samhandlinum við Føroyar +5 mia kr, og føroyska handilshallið við Danmark -5 mia kr.
Her sýgur Danmark føroysku boppuna, so skúmið stendur um kinnklovarnar.
Mette skatt danska búskapin
Farna valskeið við Mette á odda hevur roynst Danmark og dønum illa, sum fylgjandi dømi frá danska Fíggjarmálaráðnum prógva:
Talið á vinnuligum arbeiðsplássum er minkað, men talið á almennum arbeiðsplássum er økt við 28.000 netto.
Við borgarliga Fogh á odda vaks talið á vinnuligum arbeiðsplássum 208.000, undir Lars Løkke 69.000. Enntá við Thorning-Smith fjølgaðust tey vinnuniligu størvini við 39.000 fólkum.
Men undir Mette hevur Danmark mist vinnulig arbeiðspláss og fingið lutfalsliga flestu almennu arbeiðspláss í øllum OECD.
Mette lovaði, at eingin danskur løntakari við minni enn bankastjóraløn fór at vera verri fyri eftir stjórnarskiftið í 2019.
Ístaðin fyri at minka inntøkumunin, sum lovað 5 ferðir í samgonguskjalinum, hevur Mette víðkað gjónna millum hægstu og lægstu inntøkurnar.
Eftir farnu sløku 4 ár við Mette fáa 9 av hvørjum 10 inntøkubólkum í DK lægri inntøku enn í 2019.
40% av donskum løntakarum eru nú í vanda fyri at tørva brennistudning, mest takkað veri sinnisjúkum klimafasistum við flagsandi vindmylnum og sólpanelum (uttan sól) sum religión.
Danmark er í miðal inntøku dottið úr 7. plássi niður í 22. pláss í OECD (t.e. 39 limalond av heimsins ríkastu búskapum).
Danmark hevði í 2019 størstu luttøku á arbeiðsmarknaðinum í OECD. Nú er Danmark fallið nakað mitt niður í trunkan.
Mette hevur minkað inntøkurnar hjá donskum løntakarum við íalt 40 hækkingum í skatti og avgjøldum, netto 11 mia kr út lummanum á fólki (smb Fíggjarmálaráðnum).
Við hesi afturgongd er enntá trot á arbeiðsfólki í danska vinnulívinum.
So vit borgarligu føroysku veljarar gera dønum beinleiðis og føroyingum óbeinleiðis ógagn við at sita heima valdagin ella lata 1 ella 2 føroyskar sosialistar umboða okkum føroyingar á Danatingi.
Óli breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo