Seinastu árini, hevur Vágs Kirkja verið karmur um aftankvirrur fríggjakvøld.
Og nú fríggjakvøldið kl. 20.45 verður aftur møguleiki at koma í kirkjuna at njóta kvirruna, áðrenn tónleikur og andakt er á skránni.
Hesaferð er tað lokali, og eftirhondini sera vælkendi Ingi Poulsen, sum við sínari vøkru rødd og guitari fer at seta dám á kvirruna, áðrenn ein stutt andakt verður hildin.
Umframt hetta, verða eisini sungnir 1-2 felagssálmar, soleiðis at øll á ein hátt kunnu luttaka og seta sín dám á løtuna.
Kvirran byrjar kl. 20.45, og kl. 21.00 verður so tónleikaframførsla, andakt og felagssangur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo