Ein fótbóltsleikari á ungdómslandsliðnum hjá Afganistan doyði, tá ið hann datt av einum amerikanskum flogfari á flogvøllinum í Kabul mánadagin.
Tað váttar afganska aðalstjórnin fyri ítrótt sambært tíðindastovuni Ariana.
Ungi fótbóltsleikarin, Zaki Anwari, var ein av fleiri hundrað afganarum, sum royndu at sleppa við flogfarinum úr Kabul mánadagin, skrivar Microsoft News.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo