Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjárskvøldi, 25. Juni, sigldi stásiliga Erla Kongsdóttir sína fyrsta rututúr um Kalsoyarfjørð. Við úr Klaksvík vóru tveir ella tríggir persónbilar.

Eftir øllum at døma hevur Landsverk givið Strandferðsluni loyvi at lata Erlu Kongsdóttir nýta hydraulisku rampurnar í Klaksvík og á Syðradali til ferðafólk, bilar og farm. Rampurnar, sum annars eru gjørdar til at liggja í flótistøðu undir á- og avskiping verða nú eftir øllum at døma settar í fastlæsta støðu, so Erla Kongsdóttir kann liggja leys við skrúvu ímóti rampunum, ímeðan ferðslan verður skipað umborð og í land. Hetta verður gjørt við at stongja ein hydraulikkventil á flytbaru stemplunum, sum halda ferjuleguni.

Áhugavert hevði verið at vita, um stemplini - ið bert eru gjørd til at halda vektini á sjálvari ferjuleguni fyri at lyfta og lora hana - eisini tola hetta slagið av á- og avskiping, tí vektin økist á ferjuleguni, tá fólk og bilar standa á henni. Sjálvur havi eg ikki verið vitandi um tílíkt tiltak tey 11-12 árini, ið eg havi arbeitt við hydrauliskum rampum av hesum slag. Alt, eg havi lært, er, at stemplini eru gjørd til at halda og stýra rampunum til tær verða lagdar í flótistøðu, tá ferjan - sum rampurnar hvíla niður á - kemur, tí eitt er vektin á rampuni, men hvussu er og verður við vektini á eitt nú rampuni á Syðradali, tá ein bilur (ella báðir tveir) við fólki í stendur á henni? Ella ein lastbilur kanska, sum Erla Kongsdóttir jú er bygd til at føra? Tola stemplini tað?

Allarhelst er tað óneyðugt at leypa ótta á fólk, men strandferðslusøgan hevur víst, at rampur - ið hava verið nýttar til ferjur, sum ikki til fullnar eru gjørdar til endamálið við rampunum - hava verið atvoldin til álvarsom óhapp.

Fyrst í nullunum spolaði ein trailari Sam úr ferjuleguni í Leirvík, tí Sam ikki hevði nakað agnhold frammi á gronini, sum festi skipið fast í ferjuleguna (líknandi slag av ferjulegu sum í Klaksvík og á Syðradali), og fyri ikki so mongum árum síðani fór ein stakkari niðurímillum, tá Sam nýtti rampuna hjá Smyrli og Norrønu í Havn (eitt heilt annað slag av rampu enn tær í Klaksvík og á Syðradali).

Um stemplini - sum halda vektini á hydraulisku ferjulegunum - tola vektina á ferðsluni afturat vektini á rampunum sjálvum, veit eg ikki, men brotna stemplini ella kemur leki á ella okkurt heilt annað, kann vandi vera fyri, at rampan dettur niður á botn við øllum, sum mátti staðið á henni. Tað er ikki vanligt, at ferðsla verður skipað eftir rampum, ímeðan tær standa á hydrauliskum stemplum. Vanliga eru hydraulisku stemplini einans ætlaði til at lyfta ella lora rampurnar í og úr flótistøðu/hvílistøðu.

Flótistøða merkir, at hydraulikkoljan flýtur frítt í hydraulisku ferjuleguskipanini soleiðis, at stemplini sleppa vektini á ferjuleguni niður á ferjuna. Ferjulegan, sum er fest føst á landi (innarumegin), hvílir tá niður á eina hyll aftast á ferjuni (uttarumegin), so at hon frítt kann flóta upp og niður saman við ferjuni, ímeðan ferðslan kemur og fer. Tílíka hyll hevur Erla Kongsdóttir ikki, og av trygdarávum verður ferðsla altíð forboðin á rampum, ímeðan stemplini arbeiða ella eru undir trýsti!

Hvussu júst hetta ævintýrið hjá Erlu Kongsdóttir fer at hilnast skal eg ikki spáa um. Mín vón er, at mær ikki nýtist at siga setningin “hvat segði eg” áðrenn ævintýrið á Kalsoyarleiðini er av, tí enn hevur Erla Kongsdóttir fleiri ævintýr á skrá.

Serliga verður tað áhugavert at fylgja við, hvussu hon fer at roynast á brimplássunum, tá eittnú Sildberin skal til eftirlit ella Ritan, tí Erla Kongsdóttir er jú bygd til at kunna loysa av á hesum leiðunum (tó uttan at sjón enn er fingin fyri søgn). Tað er í øllum førðum tað, bæði Strandferðslan og táverandi landstýrismaður í samferðslumálum grundgivu við, tá man setti sær fyri at fáa trýkilju bygda av norskari skipasmiðju, sum ein góðveðursdag hevði verið á gátt hjá Strandferðsluni við einum her-og-nú-tilboði. Grundgevingin varð eisini nýtt til at sannføra Løgtingið um at skundviðgera tilboðið, tí tilboðið var jú gjørt av norskum serfrøðingum, sum vistu alt um føroysk viðurskiftir - serliga á teimum smærru plássunum (tvs. á føroysku brimplássunum).

Løgtingið atkvøddi fyri tilboðnum, og norska skipasmiðjan veitti trygd fyri, at Løgtingið tók eina væl umhugsaða avgerðin. Tað verður tí áhugavert at frætta um ævintýrini, sum standa Erlu Kongsdóttir fyri framman: Fara tey at gerast framhaldssøgur av ævintýrinum um Nólsoyarfjørð ella var Nólsoyarfjørður bert ein hørð byrjan?

Ólavur Eysturdal, skipsatstøðari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo