Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Út frá svari hjá landsstýriskvinnuni Ingilín Strøm upp á fyrispurning, har sagt var, at: Bústaðir metir ikki, at tað kemur ofta fyri, at fólk leiga hús út, samstundis sum tey búgva í íbúð hjá Bústøðum, setti VP tveir spurningar.

Millum annað varð spurt, um ætlanin er at gera eina kanning av, hvussu nógv fólk leiga síni hús út, samtíðis sum tey búgva í íbúð hjá Bústøðum?

Og spurt varð eisini hvussu leingi fólk hava búð hjá Bústøðum, samtíðis sum tey hava leigað húsini út?

Nú hevur so Bústaðir svarað vegna landsstýriskvinnuna, at orðini hjá landsstýuriskvinnuni byggja á eina meting og ikki eina staðfesting.

- Metingin byggir á samskifti millum starvsfólk hjá Bústøðum og leigarar hjá Bústøðum.

- Ætlanin er ikki at gera nakra kanning av hesum viðurskiftum. Sum landsstýriskvinnan vísir á í svarið sínum, so metir hon ikki, at tað neyðturviliga er ein trupulleiki at fólk eiga ein bústað, samstundis sum tey leiga frá Bústøðum.

- Tvørturímóti vísir hon á, at í tað í fleiri førum er heilt rímiligt, at fólk í eina tíð leiga frá Bústøðum, fyri síðani at flyta aftur í egin hús ella íbúð, sum tey allatíðina hava átt, verður svarað.

Fulltrúin, sum svarar vegna landsstýriskvinnuna, sigur so, at skuldi ein slík kanning verið gjørd, sum gav eftirfarandi úrslit, so hevði verið neyðugt at fingið skipaða atgongd til upplýsingar um privatu ognarviðurskiftini hjá fólki.

- Sum er ber ikki at gera leitingar uppá persónar í tingbókini, og tí er ikki møguligt at kanna, hvat ein ávísur persónur eigur av fastogn, uttan við at spyrja viðkomandi.

- Tað hevði sjálvandi borið til at spurt allar leigarar hjá Bústøðum, um tey eiga ein bústað, men slíkar spurnarkanningar geva ikki neyðturviliga eitt eftirfarandi svar, sigur fulltrúin Jóannes N. Dalsgaard í svarinum til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo