Fyrispurningur um eftirmeting av Málráðnum, settur landsstýrismanninum í almannaog mentamálum, Sirið Stenberg
Spurningar:
1. Nær er ætlanin hjá landsstýrismanninum at leggja frágreiðing fyri Løgtingið fyri at viðgera virksemið hjá Málráðnum, vísandi til lógina um Málráðið og eftirmetingina av Málráðnum frá 18. november 2016?
2. Verður eftirmetingin av Málráðnum, dagfest 18. november 2016, eisini løgd fyri Løgtingið til viðgerðar?
3. Um ikki, nær ætlar landsstýrismaðurin so at almannakunngera frágreiðingina?
Svar til spurning 1:
Ætlanin er at gera eina frágreiðing sambært lóg um málráð, hvørt lógin virkar eftir ætlan og kanna, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.
Eg fari í samráð við Málráðið at leggja eina tíðarætlan fyri arbeiðið, sum eg vænti kann byrja tíðliga í vár.
Svar til spurning 2:
Ætlanin er ikki at leggja eftirmetingina frá 2016 fyri Løgtingið til viðgerðar. Hildið verður ikki, at hon er tíðarhóskandi longur.
Tá Løgtingið fær høvið at viðgera eina frágreiðing, verður hildið, at hon eigur at taka støði í viðurskiftum, sum eru viðkomandi í dag.
Svar til spurning 3:
Ein nýggj frágreiðing verður løgd fram so skjótt, sum til ber, væntandi í summar ella í heyst.
Tórshavn, 27. februar 2023
Sirið Stenberg
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo