Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í morgun kom úrslitið av samráðingunum millum landsstýrið og Tórshavnar býráð um eina heildarætlan fyri dagsstovnaøkið. Komið varð ikki til nakra beinleiðis niðurstøðu, men fleiri átøk vórðu nevnd, sum eftir teirra tykki kundu loysa nakrar av trupulleikunum.

Í stuttum verður skotið upp at útbúgva fleiri námsfrøðingar og at hækka teirra løn. Harnæst verður skotið upp at stytta arbeiðsvikuna. Í onkrum hjásetningi verður nevnt eisini at hækka útbúgvingina hjá hjálparfólkum.

Tað er møguligt, at styttri arbeiðstíð og betri løn fær onkran pedagog at fara aftur á dagstovnaøkið at arbeiða, men teir verða fáir. Og vit skulu bíða í óendaliga mong ár eftir at nøkta tørvin á pedagogum samsvarandi lógarásettu krøvunum.

Ímeðan mugu bæði landsstýrið og Tórshavnar kommuna síggja veruleikan í eyguni. Lógin ásetir, at tveir triðingar av starvsfólkunum skulu vera pedagogar og ein triðingur hjálparfólk. Støðan er øvugt. Seinast vit spurdu vóru 777 starvsfólk í skipanini hjá TK, harav einans 270 pedagogar.

Sum Hjálparfólkafelagið hevur víst á fleiri ferðir, so verður onki gjørt fyri at gera neyðugar broytingar innanfyri verandi karmar. Sohvørt fleiri pedagogar fara í onnur størv, lutfalsliga fleiri hjálparfólk skulu til, fyri at fylla hópin.

Tí tað verður fullkomiliga sæð burtur frá, at hjálparfólkini heldur ikki støðast á økinum og at útskiftið er nógv størri enn hjá pedagogunum. Og orsøkin er púra greið: Hjálparfólkini fáa elendigastu lønina í landinum og mugu árliga søkja sítt egna starv umaftur – og søkir ein pedagogur tá, so eru tey arbeiðsleys, tí pedagogurin hevur altíð fyrstarætt.

Tað ber væl til at fáa skil á starvsfólkabýti og býti á arbeiðsuppgávum innanfyri verandi karmar. Høvuðsorsøkin til vantandi støðufesti á øllum trivnaðarøkinum er óskilið við ásetingini um, hvussu nógvir pedagogar skulu vera í lutfalli til hjálparfólk, og hvussu arbeiðsuppgávurnar verða býttar millum hesi.

Hjálparfólkini telja í løtuni tveir triðingar av starvsfólkahópinum. Men lógin sigur, at tveir triðingar skulu vera pedagogar. Teir finnast ikki. Og teir koma ikki í bræði. Men sáttmálin ásetir kortini, at pedagogarnir eiga øll størvini á serøkinum og tveir triðingar á dagstovnaøkinum.

Kaosið og ótryggleikin uppstendur av, at stórur partur av størvunum hjá hjálparfólkunum regluliga skulu lýsast leys, so pedagogar skulu fáa høvið at søkja. Og hetta er uttan mun til, um hesi hjálparfólk hava áralangar royndir og hegni til sítt starv. Hjálparfólkini orka ikki hendan ótryggleikan. Tey tíma stutt sagt ikki at blíva við at søkja sítt egna starv umaftur og umaftur.

Og tí er alla tíðina tørvur á starvsfólkum.

Sum vit hava víst á, so er fast starv ein treyt fyri fíggjarligum støðufesti í dag. Hjálparfólkalønin liggur lægri enn arbeiðaralønin. Lønarmunurin millum eitt hjálparfólk á hægsta stigi og ein pedagog á hægsta stigi er longu nú 9.200 krónur um mánaðin. Fyri aloftast sama arbeiði.

Økið kann ikki virka uttan hjálparfólkini. Men tá tey ikki kunnu fáa fast starv, so leita tey aðrastaðni. Tey hava somuleiðis trupulleikar við peningastovnunum, tí hugsa tær at biða um stórt lán við lágari løn og ikki eingang at kunna vísa á, at tú hevur fast starv?

Sostatt er ikki bara lønin hjá hjálparfólki ein tann lægsta í landinum, men setanarviðurskiftini eru tey ótryggastu í landinum. Tí er útskiftið so stórt og tí eru so nógvar starvslýsingar at síggja.

Hetta er størsti trupulleikin á dagstovnaøkinum, serøkinum og allastaðni, har hjálparfólk og pedagogar arbeiða. Men hesin trupulleiki verður ikki tikin uppá tungu og verður heldur ikki nevndur, nú landsstýrið og kommunan gera semjur á økinum. Mann sær ikki skógina fyri berum trøum.

Fyrihaldið tykkum til tann veruleika, at tveir triðingar av starvsfólkahópinum á økinum eru hjálparfólk, og at tey ikki so frægt sum fáa fast starv innanfyri galdandi skipan. Tey verða ikki førleikament og tey gera arbeiðið hjá vantandi pedagogunum fyri landsins lægstu løn.

Hetta er veruleikin, sum tit eiga at fyrihalda tykkum til.

Hjálparfólkafelagið
Sámal Hansen, formaður
Laila K. Rólantsson, skrivari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo