Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-020/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi vaktarskipanini hjá portørunum á Suðuroyar sjúkrahúsi, frá Erhard Joensen, løgtingsmanni

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Ætlar landsstýriskvinnan at gera broytingar í vaktarskipanini hjá portørunum á Suðuroyar sjúkrahúsi, soleiðis at arbeiðstíðin hjá portørunum verður meira í samsvari við ætlanirnar hjá landsstýrinum at stytta arbeiðstíðina hjá starvsfólki sum heild?

2. Ætlar landsstýriskvinnan at seta pening av á komandi fíggjarlóg til uppnormering av økinum, soleiðis at portørarnir kunnu hava 12 tíma vaktarskipan?

3. Metir landsstýriskvinnan, at núverandi vaktarskipan er í samsvari við ætlanirnar um at stytta arbeiðsvikuna?

4. Metir landsstýriskvinnan, at verandi skipan er í samsvari við lógina um arbeiðsumhvørvi?

Svar:
Til spurning 1 og 2

Sum støðan er í dag, arbeiða portørarnir á Suðuroyar sjúkrahúsi í skiftum, har teir aðru hvørja viku hava tríggjar ferðir 24 tíma vaktir og aðruhvørja viku fýra ferðir 24 tíma vaktir. Hetta merkir samstundis, at teir aðruhvørja viku hava frí, ávikavist 3 ferðir í 24 tímar og 4 ferðir í 24 tímar.

Vaktin er skipað soleiðis, at teir fyrst hava átta tímar arbeiðsvakt og síðani hava tilkallivakt í 16 tímar.

Sjúkrahúsverkið hevur ætlanir um at gera broytingar í vaktarskipanina, men enn er ongin endalig avgerð tikin hesum viðvíkjandi.

Til spurning 3
Tað er torført at samanbera arbeiðsvikur hjá starvsfólki, sum til dømis hava eina vanliga arbeiðsviku við 40 tímum, við eina arbeiðsviku hjá starvsfólki, ið hava eina samansetta arbeiðsviku við ávikavist arbeiðsvaktum og tilkallivaktum. Hóast hetta metir landsstýriskvinnan at politiska málið, um at fáa stytt arbeiðsvikuna, eisini eigur at verða galdandi fyri tey starvsfólk, sum arbeiða í ymiskum vaktarskipanum.

Til spurning 4
Sambært arbeiðsumhvørvislógini er tað altíð arbeiðsgevarin – í hesum føri Suðuroyar sjúkrahús – ið hevur evstu ábyrgd av at tryggja, at lógin um arbeiðsumhvørvi verður hildin.

Landsstýriskvinnan hevur ikki kunnleika til, at lógin ikki verður hildin.

Heilsumálaráðið, 19. september 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo