Á aðalfundinum hjá Norðoya Sjálvstýrisfelag, sum verður týskvøldið 21. februar, verður farið undir at samla inn undirskriftir til endurstovnan av Sjálvstýrisflokkinum.
Tað boðar Norðoya Sjálvstýrisfelag frá í tíðindaskrivi til miðlarnar.
Á fundinum fer Sámal Petur í Grund at siga frá søguni hjá Sjálvstýri.
Aðalfundurin hjá Norðoya Sjálvstýrisfelags verður í gomlu Cafe Fríðu í Nólsoyar Pálsgøtu 7 í Klaskvík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo