Fólkatingið skal í dag viðgera ætlanina at byggja nýggjan motorveg tvørtur um oynna Egholm í Limfjørðinum.
Talan er um eina ætlan sum fer at kosta 9 milliardir krónur, tað fer at taka 10 ár at byggja vegin og har fara yvir 36.000 bilar at koyra um samdøgrið, tá vegurin er liðugur, verður sagt.
Tað er bara tað, at minst fýra náttúruverndarfelagsskapir hava mótmælt ætlanini, sum verður nevnt tann mest umstrídda av sínum slagi í áratíggjur. Bara 49 fólk búgva á Egholm, men har koma einir 100.000 turistar á hvørjum ár, fyri at njóta friðsæluna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo