Síðan Sólvit Nolsøe og Árni Skaale blivu landsstýrismenn, hevur nógv kjak verið um kynsumboðan í landsstýrinum. Ein løtustøða sum væntandi varar í umleið 18 mánaðar.
Í hesum sambandi var forkvinnan í Demokratia at síggja og hoyra í KVF. Og eg má siga, at eg sum næstformaður, ikki kendi meg aftur í fleiri av hennara útsøgnum, sum bóru brá av ósannindum og fordómum og fyri meg kendist nakað av tí hugstoytt. Gamaní var tað á signalstøði ... also hvat fyri signal Føroyar sendir til dømis til umheimin.
Forkvinnan segði tó nógv gott, millum annað um týdning av fjølbroyttari og breiðari umboðan í Landsstýri og Løgtingi. Og tað eri púra samdur í!
Eg gangi út frá, at hon úttalaði seg sum forkvinna í Demokratia, men eg kenni ikki til at nevndin í Demokratia hevur samanborið okkum við Afganistan.
Afganistan, really? ... Okey, vit eru á sama lista – hagfrøðisliga – sum Afganistan, í hesum eina føri, men at válka sær í hesari samanbering, haldi eg er djúpt óseriøst – eisini fyri KVF - og tænir bert einum arbitrærum og snævurskygdum argumenti.
Somuleiðis kom fram, at signalið vit senda til útheimin er, at Føroyar eru:
- afturhaldssinnað tjóð,
- afturhaldssinnað stýrið,
- ikki framskygt,
- ikki fjølbroytt
Soleiðis kenni eg ikki Føroyar, og hvat grundarlagið hjá forkvinnuni í Demokratia fyri hesari greining? Hvar hevur Demokratia hesa niðurstøðu frá? Eg veit ikki.
Demokratia virkar fyri javnari kynsumboðan í føroyskum politikki, og tað haldi eg, er eitt gott mál. Men ikki at tað sømir seg at koma við ógrundaðum og óseriøsum uppáhaldum um menn og Afganistan í samband við javnari kynsumboðan í føroyskum politikki.
Ólavur í Geil, næstformaður í Demokratia
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo