Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg vil við hesum vísa á ymist, sum eigur at verða tikið við í metingini, nú støða skal takast til, um vit skulu endurnýggja fiskiveiðuavtaluna við Russland, ella ikki.

Nógv hava ógvuliga ilt við at trúgva, at nógv av tí tey hoyra í miðlunum, er als ikki eftirfarandi. Kortini er tað so, at stórur partur av tí vit hoyra, er sent út fyri at vit ikki skulu fáa sannleikan at vita, og fyri at vit harvið skulu taka skeivar avgerðir út frá hesum tíðindum.

Blaðstjórin, Udo Ulfkotte, skrivaði soleiðis:

“Eg havi verði tíðindafólk í umleið 25 ár. Ígjøgnum hesa tíð varð eg lærdur altíð at lúgva, svika, og ongantíð siga sannleikan fyri lesarunum. Eg varð løntur av CIA, amerikanskum milliardingum, Secret Service o.ø. til at skunda undir kríggj við Russland. Tíðindafólk í Europa og øllum heiminum verða nýtt til at manipulera fólkið.”

Stutt eftir at Udo Ulfkotte hevði útgivið hetta, bleiv hann myrdur.

Støðan er tann, at so at siga allar tíðindastovur í heiminum eru stýrdar av nøkrum heilt fáum. Hetta kunnu teir, tí at teir eiga so at siga allar tíðindastovur í heiminum, og eiga eisini í nøkrum teirra. Teir diktera hvat tíðindastovurnar skulu siga, ella ikki mugu nevna. Hesir eiga eisini størsta partin av øllum fyritøkum í heiminum. Teir hava sína ávirkan heilt inn í hvítu húsini í Washington, og eisini í stýrum í øðrum londum, sum t.d. Fraklandi. Høvuðsfyritøkur teirra kallast Vanguard og BlackRock , og Udo Ulfkotte er ikki fyrsta menniskja ið hesir hava myrt.

Á heimasíðuni  https://stopworldcontrol.com kann, í løtuni, millum annað lesast um, hví, og hvussu vit kríggjast ímóti Russlandi. Stovnarin av hesi heimasíðu, David Sörensen, hevur leingi stríðst fyri at fáa sannleikan fram, og er heimasíða, hansara, av tí sama, álopin fleiri ferðir. Heimasíðan vísir eisini á aðrar ræðuleikar sum ganga fyri seg.

Við at trýsta á hesa leinkju, https://stopworldcontrol.com/ukraine/  kemur tú beint inn á upplýsingar um kríggið í Ukraina, og við at trýsta á hesa leinkju, https://stopworldcontrol.com/monopoly/ kanst tú lesa, og síggja ein film um, hvørjir teir eru sum eiga alt, og um hvussu teir stýra.

Eg fari vinarliga at heita á tykkum politikarar um at nýta eitt sindur av tí til at hyggja at hesum, áðrenn tit taka støðu.

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo