Áðrenn 14 dagar verður avgerð tikin í málinum um Paul Watson, sum í Føroyum er mest kendur fyri at royna at leggja fótonglar fyri grindadrápi.
Tað hevur Julie Stage, sum er sakførari hjá Paul Watson, upplýst fyri Ritzau, eftir at hon hevur spurt seg fyri hjá danska løgmálaráðnum.
Japan hevur biðið um at fáa Paul Watson, sum varð handtikin í Nuuk í Grønlandi í juli, útflýggjaðan fyri hendingar í Arktis í 2010, har hann skal hava gjørt ónáðir, og forða japanskum hvalaveiðimonnum at gera sítt arbeiði.
Danska løgmálaráðið hevur biðið Japanskar myndugleikar um fleiri upplýsingar, og tá teir eru komnir verður endalig avgerð tikin, um Paul Watson skal útflýggjast ella ikki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo