Bólkurin Adrenaline er aftur við eini spildurnýggjari útgávu.
Hesuferð er tað staklagið Á Kantinum sum er komið út í dag á talgildum pallum. Sangurin kemur eisini á Youtube heilt skjótt við spildurnýggjum videolagi, siga menninir handan Adrenaline.
- Vit hava verið sera spentir at fingið hendan sangin út, og nú er hann her. Okkara síðsta útgáva var í juli mánað í ár sum eisini var okkara fyrsta album. Tað ber heitið Sig mær okkurt skeivt sum bleiv sera væl mótikið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo