Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

TSK: Adrenaline er ein bólkur av ungum monnum úr Klaksvík, sum hava gjørt um seg við løgum sum ”Bjarta”, ”Spillikassin” og ”Eg vil koyra skjótari”. Teir fara fyri fyrstu ferð at framføra unplugged.

Konsertin er í sambandi við tiltakið Opið Hús sum verður á Tekniska Skúla í Klaksvík leygardagin 4. mars kl. 10-14. Umframt konsert so verður eisini heilsurenning, heilsukanning og forkunnugt ábit á skránni. Harumframt fara næmingar á Tøknibreytini at selja passmyndir.

Skráin 

Kl. 10:20 
Økisleiðarin Kjartan Gaard Sleire fer at greiða frá um nýggju ítróttar- og heilsuleiðina, sum skúlin bjóðar út. 
  
Kl. 10:40 
Jóhanna Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, fer at greiða frá um ítróttarmøguleikar og ítróttarøkið í býnum. 
  
Kl. 11:00 
Heilsurenning verður á rennibreytini. Næmingar á skúlanum fara saman við Treysti at skipa fyri. Luttakararnir ganga & renna 30 min. á rennibreytini.

Eftir renningina fara næmingar á Tøknibreytini at gera heilsukanningar. Til ber at kanna blóðtrýst, vekt, BMI og lungnakapasitet.

Skúlin bjóðar frukt og okkurt svalandi eftir renningina. 
  
Kl. 12:00 
Matvørudeildin bjóðar smakkiroynd av royktum laksi við bakaðum rótfruktum.

Kl. 12:00 Adrenaline framføra unplugged.

Næmingar á skúlanum skipa fyri verkstovum, har teir greiða frá ymiskum verkætlanum, ið teir hava gjørt. 

Høvi verður at síggja lestrarumhvørvið og at tosa við lestrarvegleiðarar. 

Serbreytin bjóðar kaffi og vaflur til tey vitjandi. 
  
Øll eru hjartaliga vælkomin! 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo