Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

ADHD felagið: Foreldur í ADHDfelagnum vilja hjálpa øðrum foreldrum við, hvussu tey kunnu hjálpa sínum barnið, ið mistrívist.

Foreldur at bíðandi barni kenna seg ofta sera einsamallan og venda sær til okkara, tí tey fáa ikki svar uppá sínar stúranir og spurningar aðrastaðir. 

Nógv av okkum í ADHDfelagnum hava upplivað støðuna á egnan kropp, so tí vilja vit við hesum royna at hjálpa foreldrunum, at hjálpa sínum barni!  

Tí hava vit valt at mánaðarliga ADHDkaféin hesaferð, ið verður sunnudagin kl. 15 í MEGD hevur evnið “ímeðan vit bíða”. Har vit fara at tosa um, hvat foreldur kunnu gera sjálvi, um týdningin av góðum samstarvi við skúla/stovn, og eisini fer Finnbjørg Nattestad at greiða frá, tá tey í 2021 valdu at fara til Danmarkar at útgreina dóttrina privat, tí tey orkaðu ikki at síggja dóttrina mistrívast longur. Hvør varð hjálpin tá tey komu heim og hvussu gongur nú?

Alt økið áðrenn diagnosu er ólýst, fragmenterað og vit hoyra ofta, at ov fá tiltøk verða sett í verk ímeðan barnið bíðar. Við tiltakinum ynskja vit eisini at møta hesum foreldrum og hoyra tey, soleiðis at vit kunnu fáa meira vitan til okkara arbeiði, sum er at gera tað betri í Føroyum við diagnoseraðum og ódiagnoseraðum ADHD!

Fakta
- Sløk 300 børn standa á 2 ára langa bíðilistanum til barna- og ungdómspsykiatriina

- Í meðal hava foreldur hava illgruna um eitthvørt í 6 ár, áðrenn barnið kemur á bíðilista, ífylgi nýggjari danskari gransking.

- 4 út av 10 foreldrum uppliva, at skúlin peikar á tey som orsøk fyri mistrivna. Tí trekkja summi foreldur seg úr samstarvinum ella fara í mótálop, og skapar ein óndan spiral, har týdningarmikla heim og skúlasamstarvið manglar, og ger støðuna enn verri fyri børnini! 

- Áleið 5-6% av øllum børnum hava viðfødd ADHD/ADD, sum er í 80% arvaligt.

- Í 2021 fingu 204 børn viðgerð fyri ADHD - vit eru langt frá komin á mál, at finna og hjálpa øllum børnum.

- Tíðliga diagnosa hevur stóran týdning fyri lívsgóðsku, útbúgving, inntøku og livialdur. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo