Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

ADHD felagið: 8. apríl verður ADHD Rundferðin í Vági. Hettar er fjórða av seks spennandi og sera væl vitjaðu kunningartiltøkum kring landið.

Tað er í góðum samstarvi við Vágs kommunu, at tað ber til at halda tiltakið, sum eisini verður stroymt beinleiðis frá heimasíðuni. 

Í fjør vórðu eini 300 fólk til Rundferðina í Klaksvík, har m.a. Livar Nysted og Tormóð Stórá luttóku. Til ber at síggja framløgurnar úr Klaksvík á heimasíðuni adhd.fo

Tiltakið verður í VB-húsinum í Vági, ið eisini er heimbygdin hjá Erhardi Joensen løgtingslimi, ið er ein av fýra, ið fer at hava framløgu um, hvussu tað var at fáa staðfest ADHD tá ein er fyrst í 50’unum. Um lívið sum ódiagnosteraður og aftanná, og um, hvussu hann í dag við viðgerð, tilviti og strategium livir eitt sera gott og aktivt lív við ADHD.

Tær fýra framløgurnar lýsa børn og vaksin við ADHD/ADD frá persónliga og fakliga vinklunum.

Tiltakið er ætlað, at  bæði fólk við ADHD/ADD, avvarandi og fakfólk fáa nógv burturúr.

Hini trý eru, Bjørg Dam foreldur og greiður frá tá sonurin, sum 9 ára gamal fekk staðfest ADHD. Um langa og drúgva vegin til útgreining, um týdningin av at fáa røttu hjálpina fyri trivna og lívsgóðsku. Foreldrini eru týdningarmiklasta ressursan hjá barninum, og tí skula tey stuðlast og hjálpast, at hjálpa barninum.

- Julia Feilberg Zachariasen er sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur í nógv ár arbeitt við børnum og vaksnum í psykiatriini. Hon greiðir frá, hvat liggur aftanfyri einum ADHD/ADD’i, og hvørjar avbjóðingar vaksin hava og hvørji tekinini eru. Hon kemur eisini inn á heilivágsvigerð og psykoedukation, sum m.a. er, at læra seg at liva við ADHD/ADD’num.

- Sissal Jørgensen er sálarfrøðingur og starvast í Barnapsykiatriini. Hon kemur at tosa um, hvat ADHD/ADD er, og hvørji eyðkennir børn við ADHD/ADD hava. Um tað, at fáa diagnosu og viðgerð. Eisini kemur hon inn á, hvussu foreldur, námsfrøðingar og lærarar kunna hjálpa barninum at fáa ein nógv betri gerandisdag, og sostatt læra at liva eitt gott lív við sínum ADHD/ADD’ið.

Tiltakið verður í VB-húsinum fríggjadagin 8.apríl kl. 17:30 til 20:15 og er alment og ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo