Kl.19.00 hóskvøldið bjóðar Heðin Zachariasen borgarstjóri í Sunda kommunu vælkomin til ADHD Rundferðina, ið hesaferð verður í Eydnuni á Oyrarbakka.
Tað verða Tormóður Stórá Psykiatari á Psykiatriska Deplinum og Rókur av Fløtum Jespersen psykologur á Barnapsykiatriini, ið eru av fremstu fakfólkum innan økið, sum fara at greiða frá ávikavist um vaksin og børn við ADHD.
Bára Silvansdóttir sigur frá, hvussu tað er at fáa staðfest ADHD sum vaksin og Bjørg Dam, sum hevur barn við ADHD, sigur sína søgu og um torføru valini.
Tiltakið er ein liður í upplýsing um ADHD og forklárar avbjóðingarnar hjá fólkum við ADHD. Við at skilja orsøkirnar ber til at hjálpa og tillaga, soleiðis at bæði børn og vaksin við ADHD kunna mennast og fáa eina munandi betri lívsgóðsku.
Tiltakið er fyri fólkum við ADHD, avvarandi og fakfólkum og verður hósdagin 23 .januar kl. 19-21.45 í Eydnuni á Oyrarbakka.
Øll, sum vilja stuðla arbeiðinum til frama fyri ADHD kunna tekna seg sum lim.
Tað er ADHD-felagið í góðum samstarvið við Sunda kommunu, ið skipar fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo