Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

ADHD felagið: Nógvur eftirspurningur hevur verið eftir at fáa ADHD felagið til Suðuroyar. Tað hevur stóran týdning at varpa ljós á ADHD í nærumhvørvinum. Og tí koma vit nú til Suðuroynna!

Tiltakið verður í SALT sunnudagin 4. august kl. 14:00-16:00.

Á skránni verður prát, skemt og álvara. Evnið verður sjálvhjálparbólkar, har møguleiki verður at melda seg til bólk í Suðuroy.

Endamálið við ADHD kaféini er at fáa samband við fólk, sum eru áhugað í at vera sjálvboðin í ADHD felagnum í Suðuroy. Vit ynskja at fáa ADHD meira sjónligt í Suðuroy og ynskja tí at finna fólk, sum kunnu standa fyri 6-10 ADHD kaféum um árið.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum at hava tilboð til limir í nærumhvørvinum, og vit vóna tí at fáa sjálvboðin, sum kunnu hjálpa okkum at fáa limakaféir, bólkar og onnur tiltøk upp at koyra í Suðuroynni eisini.

ADHD kaféirnar plaga at vera væl vitjaðar, og tað er altíð stuttligt og gevandi at møta øðrum við ADHD ella avvarðandi.

So minst til at seta kross í kalendaran tann 4. august 2024, kl. 14:00. Vit vóna at síggja nógv fólk.

Tiltakið er í samstarvi við Tvøroyrar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo