Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Saman við Sørvágs kommunu skipar ADHD-felagið fyri kunningartiltaki um ADHD, hjá bæði børnum og vaksum, í Marghøllini í skúlanum í Sørvági hóskvøldið 24. oktober 2019 kl. 19. 

Tiltakið er tað fyrsta av seks kring landið og er ein liður í at kunna um ADHD og vinna viðurkenning, bæði millum manna, avvarandi og fakfólk. Tí einans við vitan ber til at skapa eitt samfelag, har tey við ADHD fáa tær tillagaðu fortreytir og karmar, ið tryggja trivnað, menning og framstig.  

Tiltakið er alment og er ætlað øllum áhugaðum, fólkum við ADHD, avvarandi og fakfólkum. 

Á skránni er m.a. fyrilestur um børn og vaksin við ADHD frá fakfólki úr Psykiatriska deplinum. Eitt foreldur at barni við ADHD og ein sum fekk staðfest ADHD sum vaksin siga teirra søgur.

Aftaná kunnu luttakararnir fara í smærri bólkar, har teir fáa møguleika at spyrja og tosa í einum minni høpi. Fundurin endar kl. 21.30.

Øll kunnu verða limir, og tað ber til at melda seg sum lim hetta kvøldið. 

Leinkja til heimasíðuna:

https://adhd.fo/2019/10/18/adhd-felagid-a-rundferd-vagar/________

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo