Nýggja savnið hjá Adele, sum hevur heitið 25, er ikki á Spotify.
Hóast øll hava sagt tað mótsætta, tykist ikki verða neyðugt hjá Adele at brúka ókeypis stroymingtænastuna hjá Spotify at blíva kend og selja fløgur og downloads.
Eftir bara einari viku á amerikanska marknaðinum er nýggja savnið hjá Adele tað mest seldað í ár.
Nielsen Music upplýsir í dag, at amerikansku sølutøluni hjá Adele eru 3.38 mió eintøk av útgávuni 25 eftir fyrstu vikuna á marknaðinum.
Tað er met í tónleikaídnaðinum, skrivar CNN í dag: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo