Løgtingið fer at hava aðalorðaskifti um alivinnuna á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 í dag.
Í síni frágreiðing sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at landsstýrið kannar møguleikan fyri havaling aðrastaðni enn eystanfyri Nólsoynna, og um eitt nýtt øki kann markast til endamálið fer landsstýrið at skipa fyri útboði. Onki ávíst øki verður tó nevnt, men kanska kemur fram á tingfundinum í dag, hvørji hesi ella hetta øki er.
Annars eru eisini fleiri aðru- og triðjuviðgerðir á skránni. Millum annað verður helst uppskotið um at lækka ella strika stuðul til sonevndu pápapengarnar endaliga samtykt. Og eitt uppskot um at broyta satsir og treytir fyri ferðastuðli kemur til aðru viðgerð. Ein avleiðing av uppskotinum er, at søkjast kann bert einaferð um árið. Landið sparir 9 mió kr næsta ár og síðani 2 mió kr árliga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo