FSF: Hetta er samstundis aðalfundur nummar 45, síðan felagsskapurin varð settur á stovn tann 13. januar í 1979. Sostatt fyllir Fótbóltssamband Føroya 44 ár komandi ár.
Fundurin verður sambært lógum felagsins.
Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi tvær vikur undan aðalfundinum, og skulu verða limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin.
Uppskot til møguligar lógarbroytingar, herundir møguligar broytingar í kappingarreglunum fyri fótbólt, skulu í øllum førum vera skrivstovu FSF’s í hendi ein mánað áðrenn aðalfundin, og skulu vera limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo