Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

TAKS: Í ár eru 35 ár, síðan fyrsti narkohundurin kom til Føroya, og síðan hava í alt átta hundar verið við í arbeiðinum at verja landið ímóti ólógligum innflutningi av rúsevnum.

Tað var fyrst í 80’unum, at tollarar vístu á tørvin at fáa ein narkohund, ella hassjhund, sum tað tá æt. Tað var vorðið ov lætt at smugla, og longu í 1983 fekk tolleftirlitið játtan á fíggjarlógini til at keypa ein slíkan hund og at seta hundaførara. Asbjørn Dahl, sáli, varð settur í starvið eftir lokna útbúgving frá Statens Hundskola í Sollefteå í Svøríki. Haðani kom eisini fyrsti narkohundurin, Ego æt hann. Síðan hevur narkohundur verið í Føroyum. Í 2007 kom ein afturat, so at teir gjørdust tveir.

Gera góðan mun
Narkohundar verða brúktir í øllum eftirliti, bæði til ferðafólk, skip, post og farm. Teir roynast væl og avdúka mangan rúsevni, sum tollarar ikki síggja. Størsta nøgd, sum narkohundur einsamallur er komin framá, vóru stívliga 20 kg av hassji, sum ferðamaður royndi at smugla í land frá Norrønu. Eina aðra ferð komu hundur og førari í felag fram á heilt stóra nøgd av rúsevnum, sum vóru fjald millum skins og hold í einum persónbili. Hundar hava eisini fleiri ferðir markerað bilar, sum hava verið ávegis til Íslands við Norrønu, og síðan eru tiknir har.

Taka arbeiðið sum eitt spæl
Tað tekur 1 ár at venja ein narkohund. Hann skal eyðvitað hava góðan luktisans, men skal harumframt vera róligur, sjálvstøðugur og samstarvssinnaður, umframt forvitin og leikin av lyndi.

Tí ein narkohundur tekur uppgávuna at finna rúsevni sum eitt spæl. Hann er frá hvølpi vandur at finna ávísar luktir, og hvørja ferð, tað eydnast honum, verður hann róstur og fær okkurt gott afturfyri frá førara sínum.

Tað skal nógv venjing til fyri at halda samstarvið millum hund og førara við líka, og hvørt ár skulu teir til roynd, har sansir og samstarv millum hund og førara verða testað.

Nýggjar tíðir, nýggj rúsevni
Rúsevnini eru broytt, síðan fyrsti narkohundur kom til Føroya. Hassjið er framvegis tað vanligasta, men alt meira verður nú smuglað av syntetiskum rúsevnum sum Ecstasy og tílíkum. Hundarnir venja miðvíst fyri at finna hesi evni eisini.

Hundarnir, sum hava vart skansan higartil, hava verið Ego, Griff, Lasse, Jet, Elliott, Miro, Abbey og Nelly.

Nú eru tað Abbey og Nelly, sum hvønn dag tørna til og eru til arbeiðis við førarum sínum fyri at fyribyrgja smugling av rúsandi evnum til Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo