AB: AB dreingir U21 vunnu í kvøld 2-1 á Víkingi í semifinaluni í steypakappingini. Dysturin var spældur í Gøtu, og ikki sørt av spenningi var í dystinum. Hálvleiksstøðan var 1-0 til Víking, so har mátti okkurt henda í seinna hálvleiki, um finaluplássið skuldi røkkast.
Í seinna hálvleiki var spenningurin eisini hangandi í luftini til seinasta bríksl. AB skoraði til 1-1 í 81. minutti, og tá stóð alt víðopið aftur í dystinum.
Her stóð nógv uppá spæl, men AB sementeraði finaluplássið við at skora vinnaramálið til 2-1 í 89. minutti. Frøin var stór á leikarum og AB viðhaldsfólkunum, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum.
Finaluplássið er rokkið, og vit gleða okkum til ein rimmar finaludyst, sum verður sunnudagin 29. november.
Mótstøðuliðið í finaluni verður antin HB ella B36. Tey bæði liðini spæla teirra semifinaludyst mánakvøldið 23. november.
Trýst her fyri at síggja gleðisrúsin í skiftirúmin hjá AB aftaná dystin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo