Á Flightradaranum sá út sum fór A321 flogfarið móti Íslandi, men sambært okkara myndamanni, sum er á flogvøllinum nú, so er A321-flogfarið komið til Føroyar og hevur longu gjørt royndir á flogvøllinum.
Flogfarið kom niður móti breytini og setti so ferð á aftur uppfrá.
Hetta er størsta flogfar sum nakrantíð hevur gjørt royndir í Føroyum.
A321 flogfarið gjørdi tríggjar royndir, tvær inn gjøgnum fjørðin og eina yvir Vatninum, men setti seg ikki. Kom bara niður móti vøllinum og fór so upp aftur.
VP hevur myndir seinni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo