Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Føroyar Lesa: Føroyar lesa hava verið á vitjan hjá nýggja landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum. Hóast nógv arbeiði verður gjørt, er fitt av arbeiði eftir at gera, serliga á dagstovnaøkinum og innan skúlaverkið. Ynskiligt hevði til dømis verið við einum lesipolitikki, fleiri rithøvundavitjanum og eini lesivegleiðingarskipan.

Í sambandi við, at ráðið, ið varðar av Føroyar lesa, hevur fingið nýggjan landsstýrismann, hava umboð fyri átakið verið á vitjan hjá landsstýrismanninum. Endamálið var at greiða frá arbeiðinum hjá Føroyar lesa. Føroyar lesa er ein royndarverkætlan, sum skal endurskoðast í september.

Á fundinum var greitt frá virkseminum hjá Føroyar lesa, síðani átakið fór av bakkastokki í september í 2020. Umframt tíðindatilfar á heimasíðu og sosialum miðlum var víst á dømi um átøk á skúlum og í almenna rúminum. Nevnast kann væl umtókta lesiskeiðið Kom og les, sum skúlar kring landið hava tikið væl ímóti. Harafturat kunnu vit nevna átøk sum árliga móðurmálskahootkappingin, mentanarnáttin, Bókadagar, Bókaslúkurin og samstørv við forløg, bókasøvn og bókhandlar í sambandi við herferðir av ymsum slag, sum hesi árini eru komin í fasta legu.

Les eisini: Barnabókin hevur ongantíð verið so umráðandi sum nú

Sum tað so ofta verður víst á, hava vit eina stóra avbjóðing við okkara ungu, sum lesa minni og minni. Bókin og lesingin eru í harðari kapping við miðlar, snildfonir, stroymingartænastur og annað, sum ávirkar mál og lesiførleikar hjá okkara børnum. Tí er tað av ovurhonds stórum týdningi at halda fast í teimum eldsálum, ið eru á dagstovnaøkinum og í skúlunum, og sum vit hava verið so heppin at samstarva við. At vit hava fólk, ið brenna fyri at leggja gott í børnini við søgum og góðum málburði.

Hóast avmarkaða arbeiðsorku er heilt fitt komið av skafti. Tó er nakað eftir á mál, sum arbeiðsbólkurin metir vera grundleggjandi fyri av álvara at gera mun í arbeiðinum at fáa børn og ung at lesa meira. Nevnast kann til dømis arbeiðið at orða ein lesipolitikk fyri hvønn einstakan skúla. 

Harumframt síggja vit tað sum okkara uppgávu at kveikja tey, ið arbeiða við børnum og næmingum, námsfrøðingin og læraran, so tey eru ílatin til at vegleiða og veita íblástur til lesing. Hetta kundi eitt nú verið gjørt við eini lesivegleiðing, ið var mannað við starvsfólki við servitan innan lesing. Aðrir týdningarmiklir persónar í hesum arbeiðinum eru skúlabókavørðurin og rithøvundurin, sum vit vilja arbeiða fyri gerast sjónligari fyri næmingin. Við at kveikja børn á stovnum og skúlum vóna vit at fremja eina lesigleði, sum tey taka við sær víðari út í lívið.

Les eisini: Hvussu fáa vit ung at lesa meira?

Føroyar lesa høvdu ein jaligan fund við landsstýrismannin og umboð fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið, og vit vóna at kunna halda fram við arbeiðinum og at fremja lesihugin og lesigleðina millum allar føroyingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo