Tað er fastur táttur, at 6. flokkarnir í kommununi sleppa ein fiskitúr við sluppini Westward Ho. Eins og undanfarin ár er tilboðið í ár skipað sum ein fiskikapping, sum samstundis gevur lærarum tilfar til lærugreinirnar Heimkunnleiki og Náttúra & tøkni.
Túrarnir í 2023 eru í august og 8. september. Tá kappingin er liðug verður vinnarin funnin. Ólavur Frederiksen var nú ein dagin ein túr við sluppini og tók hesar myndirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo