Hann brendi fyrra brotssparkið og fekk so ein møguleika afturat í sera ivasamari døming, og tá eydnaðist toppskoraranum í Premier League at seta bóltin í netið til 2-2.
Dysturin millum Liverpool og Tottenham, sum endaði fyri løtu síðani, var heilt avgjørt besti og mest spennandi dysturin higartil í hesi sesongini.
Fyrra hálvleik átti Liverpool, og seinna hálvleik átti Tottenham.
Og í yvirtíðini vóru tvey mál skorað. Fyrst 121 til Liverpool við Salah, og síðani skoraði Kane til støðuna 2-2, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
Málið hjá Victor Wanyama í Tottenham til 1-1 er so avgjørt ársins mál higartil. Ein perla av einum langskoti.
Salah skoraði bæði málini fyri Liverpool.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo