Undirvísingarstýrið: Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar til komandi skúlaár var úti á midnátt, vóru 858 umsóknir komnar inn. Hetta eru 20 umsóknir færri enn í fjør og 120 færri enn í 2021.
Síðan 2015 hevur gongdin við umsóknum verið minkandi, og í ár er onki undantak. Í ár eru tað 342 umsóknir færri enn í 2015.
659 umsøkjarar søktu í ár inn á gymnasialu breytirnar, 183 søktu inn á yrkisrættaðu útbúgvingarnar og 10 søktu inn á Heilsuskúlan.
Toppskjúttin á gymnasialum miðnámi gjørdist náttúrubreytin, sum fekk 214 umsóknir. Hetta er á leið sama tal sum undanfarin ár.
71 umsøkjarar søktu inn á hugbreytina. Hetta er ein munandi lækking síðan 2022, tá umsøkjaratalið á Hugbreytini var 154. Síðan 2023 hevur tað verið eitt krav, at næmingar skulu hava týskt fyri at koma inn á hugbreytina á miðnámi.
Í ár er umsøkjaratalið til fyrireikingarbreytina, tað sum fyrr var rópt HF, minkað niður í 68. Síðan 2016 hevur talið ligið um 90 umsóknir, og í 2015 vóru heili 118 umsøkjarar til fyrireikingarbreytina.
Eins og undanfarin ár, eru tað fleiri gentur enn dreingir, sum søkja inn á miðnám. Í ár eiga genturnar 58 prosent av øllum umsóknunum. Síðan 2015 hava gentur verið betri umboðaðar á gymnasialu breytunum - tó undantikið búskaparbreytini og tøknibreytini. Í ár hava genturnar eisini yvirhálað dreingirnar á búskaparbreytini.
Dreingir eru hinvegin, eins og undanfarin ár, munandi fleiri á yrkisrættaðu útbúgvingunum - tó við undantak av heilsuútbúgvingunum, hárfríðkan, klædnaatstøði og tilvirkisatstøði.
Farið verður nú undir at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi fríggjadagin 19. apríl 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo