Á heiði stillan summarsdag
Á heiði stillan summarsdag,
har fuglur hevur stað,
har sálin lýðir mangan á
von ljóð um heyg og lág;
tað friðsælt er at dvølja har
og sansa alt, tú sær,
og hugur tín hann hvíla man,
har frið tú finna kann.
Frá kirkjuklokku hoyrast ljóð,
ber boð um aftanró,
smáfuglur áðrenn náttarblund
enn letur skamma stund;
á fløtu spælir lambið kátt,
enn vatnið fagurtblátt;
nú klokkan tagnað, kvirra er,
til hvíldar heiðin fer.
“I skovens dybe, stille ro”, føroyskaður.
Heilsan vit í Vamdrup
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo