![FSF Varpid A Menn Venjing 15 11 2022 1600x890](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/d/a/csm_FSF_Varpid_A_Menn_Venjing_15-11-2022-1600x890_b97cd2527c.png)
![FSF Varpid A Menn Venjing 15 11 2022 1600x890](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/d/a/csm_FSF_Varpid_A_Menn_Venjing_15-11-2022-1600x890_b97cd2527c.png)
FSF: Ikki færri enn átta spælarar, ið møguliga kunnu fáa sínar fyrstu minuttir á føroyska A-landsliðnum hjá monnum, eru við í hópinum, nú tveir venjingardystir eru á skránni.
Magni Mohr er kropsligur venjari hjá manslandsliðnum, og hann letur sera væl at støðinum, sum okkara spælarar eru á, og at føroyska liðið í nógvum føri eru á hædd við onnur evropeisk landslið.
Í morgin, mikudagin klokkan 17:00 spæla Kekkia og Føroyar á Andrúv Stadion í Olomouc, og leygardagin 19. november, somuleiðis klokkan 17:00, møtast Kosovo og Føroyar á Fadil Vokrri Stadion í Pristina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo