Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Gott tjóðveldisfólk. Góðu frægu og áhaldnu kvinnur og menn úr øllum okkara fjølbroytta landi og fólki:

Vit eru á góðari leið. Vit eru á rættari leið.

Hóast heimurin og støðan í heiminum, er ikki á góðari ella á rættari leið. Aftur er tað staðfest, at kríggj, vápn, dráp og oyðing taka lív og framtíð frá fólki og tjóðum og leggja onnur í sor. Vápnavald og peningavald stýra heiminum. Nú eisini aftur í Evropa.

Altjóða lóg, mannarættindi, burðardygd, friður, trygd og at basa ójavna og kúging kring heimin – sum vit høvdu ávísa vón um at virka fyri við samtyktu heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum – eru sum horvin. Vápnadubbing, hernaðarlogikkur og retorikkur eiga dagsskránna. Eisini nú om okkara leiðir. Fólkaræði er ikki ein býur í Russlandi og heldur ikki nógva aðrastaðni í heiminum. Tá ið ótti og kríggj fara inn, fer fólkaræði skjótt út.

Tjóðveldi merkir fólkaræði. Og vit fordøma av øllum alvi álopini, morðini og oyðingina hjá Russlandi á fólkið og sjálvsavgerðarrættin hjá ukrainska fólkinum og tjóðini. Og Føroyar skulu sjálvandi, saman við øðrum tjóðum og i altjóða samstarvi, taka okkara egnu avgerðir og samtykkja okkara egnu uttanríkispolitisku leið í hesum heimi, sum liggur fyri okkum.

Vit skulu hava ein samlaðan, grundaðan og kjølfestan føroyskan uttanríkispolitikk. Sum ein tjóð við egnum virðum og áhugamálum og avtalum. Ikki mugu vit gera uttanríkispolitikk til eitt partapolitiskt mál og sjálvprofilering. Har okkara útmeldingar skifta frá degi til dags, alt eftir, hvør situr í sessunum, sum ikki eru varandi. Uttanríkispolitikkur og altjóða sambond og ábyrgd eru sjálvandi tjóðarmál. Megna vit ikki ikki at gera tá, verður úrslitið greitt: Vit gerast áskoðarar og ikki ábyrgdarar í tí, sum hendir í heiminum og í okkara egna sjógvi, havi og loftrúmi. Og vit lata aftur onnur taka avgerðirnar fyri okkum og seta dagsskránna uttan um føroyskt fólkaræði. Men vit fara at megna at reisa okkum og eisini reka egnan uttanríkispolitikk, sumer grundfestur í okkara Løgtingi. Hóast tað krevur øgiligt tol og drúgt og nærlagt arbeiði.

Vit kunnu staðfesta – og her fari eg at gera nakað óvanligt á flokstingi hjá Tjóðveldi, nevniliga at sitera ein sang á enskum. Tað er tann einfaldi setningurin hjá amerikanska sangaranum, Edwin Starr: “War! What is it good for? Absolutely nothing!” Uttan sjálvandi fyri einfalt og vitleyst kúgingarvald og tey, sum tjena uppá krígsins ræðuleikar.

Hjá okkum ræður um ongantíð at sleppa fólkaræðinum, mannavirðunum og javnrættindum sum grundreglu. Ikki bara fyri okkum, men fyri heimin og okkara næstar.

---

Men fara vit aftur í føroyskan sjógv og loftrúm.

Vit eru sum flokkur og rørsla í løtuni á góðari leið. Á rættari leið.

Vit hava tíðum ligið lágt. Vit hava stundum kent okkara vónir kámast. Vit hava javnan verið ørkymlað av føroyskum stjórnmálum. Vit hava onkuntíð freistast at taka synd í okkum sjálvum og at skeldast inn á órættvísa viðferð. Men vit hava av røttum regluliga hartað okkum sjálv. Áhaldandi sett okkum nýggjar spurningar, mál og mið – og leitað eftir svarum og loysnum.

Vit hava mangan snávað. Men vit hava ongantíð mist fótafestið. Vit hava altíð reist okkum aftur. Vit hava støðugt hildið á. Vit hava við hvørt verið málleys um hendingar og framferðir í innlendis politikki og heimsmálum. Men vit hava ikki mist málið ella málini úr eygsjón.

Tí vit gevast ongantíð! Tjóðveldishugsjónin um loysing, fólkaræði, javnrættindi millum tjóðir og menniskju, samhaldsfesti, sjálvbjargni og burðardygd kann ongantíð køvast. Hon ber. Hon fær tað at bera til. Tað ber til.

Vit fara at vinna á mál – saman og saman við øðrum! Ja, tað treytar, sum í øllum veruligum framstigum í heiminum og í okkara søgu, at vit veruliga megna at standa saman sum fólk. At vit virða okkum sjálv og virðisøkja okkara egna, samstundis sum vit virða onnur. At vit øll vilja gera mun á øllum mótum. Og ikki gera mismun á fólki.

Vit fara ongantíð at gevast, geva upp ella at geva okkara land og fólkaræði og ábyrgd upp fyri onnur vøld at taka sær av. Vit vita, at tað er sum skaldið sigur:

Einaferð kemur tað undan,

alt tað, sum verður droymt.

Tolið og livandi stundar,

fræið í moldum goymt.

Tað fer at vára og næla, um vit halda á at virka og droyma. Dreymar, hugsjónir, felags virðir og at virka saman, eru tað tilfar, ið góð samfeløg og øll menniskjalig framstig eru vovin ella stoypt burturúr.

Og tí tori eg at siga á hesum søguliga flokstingi heima á Sandi:

Vit eru á góðari leið. Vit eru á rættari leið. Tað er tykkum fyri at takka.

---

Og tað er øllum teimum at kvøða og senda mildar tankar, sum hava gingið undan í stríðnum fyri loysing, frælsi, javnrættindum, fólkaræði og at virða okkum sjálv millum onnur. Túsundtals kvinnur og menn.

Nøkur teirra, sum hava givið okkum grundarlagið og stuðulin at halda á og at vera á góðari leið, eru farin í annan heim í hesum ári, sum er runnið síðani seinasta floksting okkara í Fuglafirði.

Eg fari at heita á okkum um at reisa okkum eina stund, og í okkara hjørtum og huga at minnast tey og teirra verk, meðan vit standa í tøgn.

---

Góðu tjóðveldisfólk.

Vit eru á góðari leið. Vit eru á rættari leið.

Góðir fimm mánaðir eru síðani løgtingsvalið 8. desember í fjør. Knappir fimm mánaðir eru lidnir, síðani samgongan millum Javnaðarflokkin, Framsókn og Tjóðveldi varð skipað, og nýggja stjórnin tók við.

Hesar knappar fimm mánaðirnar, hevur samstarvið í stjórnini og í samgonguni gingið sera væl. Har er góður andi og vilji millum tríggjar ymiskar flokkar við ymsum stevnum og hugsjónarligum munum. Men har grundgevingar, sínamillum virðing, ábyrgd og nærlagt arbeiði eru lyklaorðini at røkka politiskum úrslitum og semjum.

Vil fegin senda eina kvøðu til Javnaðarflokkin og Framsókn og til Aksel V. Johannesen og Ruth Vang fyri fyrimyndarligt samstarv higartil. Og tann sama kvøðan fer til tingfólkini í samgonguni. Hartil eisini til andstøðutingfólkini í fleiri málum, har tað í roynd og veru hevur eydnast at fáa semjur.

Samgonguskjalið er, eftir mínum tykki uttan nakran iva, tað mest víðskygda, væl orðaða og ítøkiliga í nýggjari tíð. Og tað leggur góðar og rættar leiðir fyri at loysa tey stóru málini fyri fólkið í landinum, okkara altjóða støðu og fyri at flyta okkum stór lop komandi árini móti sjálvbjargni og ábyrgd: Búskaparliga, sosialt, vinnuliga, mentanarliga, í grøna orkuskiftinum, í útbúgving og gransking, við bústøðum, samferðslu – og ikki minst í at loysa vælferðaravbjóðingarnar og at lyfta vælferðarstørvini.

---

Tað er ein óreingiligur veruleiki, at ongin samgonga hevur framt so nógv av sínum málum úr samgonguskjalinum eftir so stuttari tíð. Hóast bert nakrir krákumánaðir vóru at gera lógaruppskot klár innan freistirnar hjá tinginum, eru m.o. hesi mál framd og avgreidd:

  • Blokkstuðulin er skorin og avtalað gjørd um at skerja hann næstu trý árini. Nú er blokkstuðulin bert 2,4% av okkara egnu framleiðslu. Fyri 25 árum síðani var hann ein triðingur av fíggjarlógini.

  • Búskaparstýringin er vend frá halli til avlop – og onki ófíggjað átak er sett í verk.

  • Hjálparpakki til tey mest sperdu fólkini fíggjarliga, er samtyktur og settur í verk.

  • Vitaverkið og sjóuppmerking eru yvirtikin.

  • Uppskot til lønarlyft í vælferðarstørvunum er gjørt og lagt til samráðingar við fakfeløgini.

  • Farsóttarlóggávan er yvirtikin.

  • Nýggj lóg um tøkugjøldini til alivinnuna er avgreidd.

  • Veiðigjøldini í fiskivinnuni eru samtykt.

  • Kommunurnar fáa nú part av gjøldum frá alivinnuni og fiskivinnuni.

  • Náttúruverndarlóg er samtykt.

  • Lógin um Bústaðir er broytt, so gongd kann fáast aftur á íbúðarbygging kring landið.

  • Játtan til eygleiðarar á fiskiskipum er fingin og sett í verk.

  • Skaðanevnd at betra ferðslutrygdina er samtykt.

  • Nýggj kappingarlóg er samtykt – og semja er í tinginum um at fáa eina skipan við príseftirliti at virka í heyst.

  • Stríðið um at nokta foreldrum at navngeva síni børn við egnum eftirnavni, ið elvdi til løgtingsval, er loyst og avgreitt.

  • Lóg um at stuðla filmsframleiðslu í Føroyum er samtykt og avgreidd.

  • Tónleikur, mentan og list eru lyft a fleiri økjum.

  • Bústovnar til fólk við serligum tørvi og útbygging av Rásini í Saltangará, eru samtykt.

  • Farið er undir at gera forkanningar og kostnaðarmeting fyri Suðuroyartunnilin.

  • Lóg um grundvatn er samtykt, ið gevur møguleikar at gagnnýta heita vatnið úr undirgrundini og grundvatn til nýggjar vinnuligar framleiðslur.

  • Játtanin til at gerast meiri sjálvbjargin við stuttfluttum og heilsugóðum landbúnaðarvørum er økt, og átøk fyri at fáa gongd aftur á Grøna Háskúlan og samstarvið við Veltuna eru sett í verk.

  • Játtan til íverksetan og útflutingsframa er økt.

  • Nýggj revsitiltøk mótvegis Russlandi eru samtykt.

  • Altjóða ST-sáttmálin um mentan er samtyktur.

  • Føroyska eftirlitið við hvítvaski og útlendskum kapitali, er styrkt og nýggjar lógir samtyktar.

  • Nýggj skipan er gjørd fyri royndarfiskiskapin á Føroya Banka, har útróðrarflotin hevur fingið munandi betri sømdir.

  • Útlendingalógin er broytt og styrkt.

  • Játtanir til grøna umlegging hjá tí almenna, viðlíkahald av vegum og bygningum o.a. eru øktar.

  • MVG-frítøkan fyri grønar orkuloysnir og el-bilar er longd og samtykt á tingi.

  • Og mangt annað.

Hetta eru alt mál, ið hava ligið óloyst og í naggatódn – ár um ár.

Harafturat hevur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, eftir hesum fáu mánaðum gingið undan – saman við fomansskapi Løgtingsins – at loysa eitt av teimum málum, ið ongin hevur loyst í mong harrans ár frammanundan: Nevniliga at broyta tingskipan og stýrisskipan soleiðis, at løgtingskvinnur og landsstýriskvinnur, forkvinnur og komandi løgkvinnur verða javnsettar og kunnu bæði kalla og undirskriva seg við við sínum egna samleika og navni – og ikki skulu skriva og rópa seg menn.

Talan er sostatt um, at nógv av vallyftunum hjá samgonguflokkunum flokkunum eru longu sett heilt ella lutvíst í verk fyrstu fimm mánaðirnar.

Tó. Her er ongin orsøk at yrkja kappakvæði um okkum sjálv. Hetta er sjálvandi bert byrjanin. Ómetaliga stór ábyrgd hvílir nú á okkum at fremja og leggja tær leiðir, ið vit hava sett okkum fyri og avtalað við okkara samstarvsflokkar.

Lat meg bara nevna nøkur teirra, sum vit longu brúka alla okkara politisku orku at loysa og fremja og sum úrslit skulu síggjast av skjótt:

  • At fáa langtíðarhaldførið í búskapin, og at tryggja, at Búskapargrunnur Føroya fæst at virka veruliga sum ein konjunkturjavnandi brimgarður, har spart verður upp í góðum tíðum til at vera komandi ættarliðum til góðar. Tí sanniliga hava vit havt langt tíðarskeið við búskaparvøkstri, har alt ov lítið er spart upp – ja, har vit hava havt hall eftir hall, tí ongi mál ella búskaparstýring hava verið.

  • At loysa vælferðar-avbjóðingina, har vit vera støðugt færri í arbeiðsførum aldri at gjalda fyri felags tænasturnar, og har vit hava skapt eina ættarliðsgjógv, har nógv størri byrðar verða lagdar á okkara uppvaksandi ættarlið.

  • At taka loftrúmið og flogferðslu á føroyskar hendur og at byggja upp okkara egna eftirlit og tænastu til flogferðsluna í okkara loftrúmi. Hetta skapar bæði arbeiðspláss, førleikar, íløgur og fólkaræði í Føroyum. Lógaruppskotið um tað verður lagt fyri tingið í heyst.

  • At lætta um skattin hjá løntakarum, meðan gjøldini fyri framíhjárættin til náttúruríkidømi, rinda størri part til fólkið og felags vælferðina. Hetta er eisini góður vinnupolitikkur, ið kann betra um kappingarførið og umstøðurnar hjá tí undirskógi av smáum og miðalstórum fyritøkum og íverksetarum, sum eru bulurin í eini fjølbroyttari vinnu.

  • At fremja lønarlyftið í verki í vælferðarstørvunum, hóast tað fer at elva til harðar samráðingar á arbeiðsmarknaðinum. Og at tryggja kommununum eina haldføra fígging til at útinna sínar týdningarmiklu uppgávur á vælferðar- og trivnaðarøkinum

  • At leggja ein grønan tráð inn í allan okkara politikk, so Føroyar kunnu gerast undangonguland at fremja grøna orkuskiftið, har vanlig fólk hava ráð og fáa fyrimunin av grønum politikki og burðardyggari orkunýtslu.

  • At fremja ein fiskivinnupolitikk við áhaldandi stigum at byggja á burðardygd, virðisøking, atkomiligheit kring landið, at fáa tilfeingisrentuna inn, fáa útlendskan ognarskap burtur í veiðiliðnum. Og at seta kanningina í verk av tí, sum er farið fram í føroyskari fiskivinnufyrisiting síðani 2010, nú tá ið tann sitandi kanningarstjórin vónandi handar kanningina av avgerðunum seinastu árini.

  • At tryggja eina pensjónsskipan, sum er haldfør og lyftir teir fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar, ið hava minst. At endurskoða mótrokningina fyri vanligt arbeiði eftirpensjónsaldur – og ikki at viðgera pensjónistar sum ein homogenan bólk. Tí stættarmunjrin millum pensjónistar

  • At fremja ein veruligan bústaðarpolitikk, ið ger tað møguligt at seta búgv kring landið fyri ein rímiligan penga og at fáa lán til húsabygging uttanfyri miðstaðin.

  • Støðugt at binda okkara oyggjar, bygdir og býir saman við nútímans samferðslu og samskifti í eini langtíðarætlan: Vegir, tunlar, nýggj og grøn strandferðsluskip til smærru oyggjarnar. Og so at lýsa kostnaðin, fíggingina og fremjanina av Suðuroyartunlinum, nú tað um skamma stund verður koyrandi undir Skopunarfjørð og higar í Sandoynna.

  • At seta í verk ein matvøru- og landbúnaðarpolitikk, har vit framleiða munin meira og gerast sjálvbjargin við stuttfluttum, dygdargóðum og heilsugóðum matvørum. Sum eina byrjan, hava vit júst sett eina játtan til at fáa royndarverkætlanir í gongd á skúlum og stovnum, har skúlar og stovnar saman við lokalum framleiðarum kunnu virka og gera føroyskar matvørur partar av árinum.

  • At menna okkara útbúgvingarskipanir – bæði yrkis- og bókligar útbúgvingar – og okkara hægri útbúgving og gransking.

  • At skapa eitt heilt nýtt jørðildi – ja, eitt ódnartak – við stuðli til mentan, mál og list. Okkara mál skal vinna sær sess á øllum talgildum rókum, í talgilda heiminum og í undirvísingartilfari og undirhaldi og upplýsing til allar aldursbólkar. Hetta er sama tak, sum tá ið tjóðskaparrørslan byrjaði. Tá var tað eisini list og mentunararbeiði, ið bjargaði og menti okkara mál. Tað er eisini allur lykilin hesaferð, umframt gløggar tøkniligar loysnir.

  • At styrkja okkara fjølmiðlar – bæði sum mentanar- og málsligar berar, men sanniliga eisini fyri at styrkja fólkaræðið, sum er undir stórum trýsti hjá okkum og um allan heim. Vit hava ilt í fólkaræðinum. Og vit hava ilt í málinum og mentanini í okkara fjølmiðlum og kringvarpi – hóast ómetaliga nógv dygdargott eisin verður skapt og gjørt.

  • At skapa eina burðardygga ferðavinnu, ið er lokalt kjølfest og hevur undirtøku millum fólkið. Og at loysa málið um gongd í haga, náttúrunýtslu og náttúruverjuna.

  • At skapa loysnir, har ognarrætturin til okkara felags náttúruríkidømið er hjá fólkinum, og har øll fáa serliga virðið av hesi ogn og tað er atkomiligt og kann fíggja framtíðina hjá okkara eftirkomarum. Og har vit fáa loyst upp fyri tí fámannaveldi, ið hevur vunnið seg fram og kann keypa flestu aðrar ognir undir seg – og har útlendskur ognarskapur kann taka ræðið á øllum, um vit missa okkum sjálv og fólkaræðið burtur. Vit kunnu skjótt standa í somu støðu, sum gongdin hevur verið um allan heim: At nakrar fáar promillur av fólkinum eiga fleiri ognir, enn øll restin til samans.

  • Og vit skulu taka okkara egnu ábyrgd, hava okkara egnu rødd og stríðast fyri okkara virðum í heiminum. Við okkara egna uttanríkispolitikki og samstørvum við onnur lond og altjóða felagsskapir.

Og vit eru á góðari leið. Á rættari leið.

---

Og góðu tit.

Tá ið valið varð skrivað út, kendist tað, sum at vera loyst úr hafti. At sleppa at reka valstríð kring landið, og at fólkið slapp at tala og leggja nýggjar leiðir í føroyskum stjórnmálum.

Tí sjáldan hevur tørvurin á tí verið eyðsýndari enn nú. Í eini tíð, har heimurin og heimsstøðan tíverri ikki kann sigast at vera á góðari ella rættari leið. Har vit skulu taka egnar støður og ábyrgd í heiminum við egnum uttanríkispolitikki. Har gongdin í okkara egna samfelag skal vendast, so vit kunnu fremja fólkaræði og sjálvbjargni, búskaparligt skil, sosialt rættvísi fyri tey mongu, býtið av okkara felags virðum og ognum, orkuumlegging, vinnumøguleikar, vælferðarskipanir, bústaðarpolitikkur, mál, mentan, útbúgving og javnrættindi.

Men vit hava kanska longu gloymt tað: Hetta valið varð ikki útskrivað orsakað av teimum stóru og áleikandi málunum, sum vit skulu loysa í samfelagnum komandi árini. Tað varð útskrivað orsakað av einum stríði um at nokta nøkrum foreldrum í Føroyum rættin at geva sínum børnum tað eftirnavnið tey ynskja.

Men eftir løgtingsvalið “reikaðu bæði harmur og gleði í felag”. Vit vóru fegin um valstríðið hjá so mongum dugnaligum og fjølbroyttum valevnum og stuðlum kring landið. Og um okkara valtoymi og felagsskap millum valevni, økisfeløg, Unga Tjóðveldið og so nógv sjálvboðin, ið løgdu alt fyri. Havi sjáldan merkt so góðan anda og vón allastaðni.

Men vit fingu ikki sum flokkur tað úrslitið, ið vit høvdu droymt um. Gingu eitt vet aftur í prosentum.

Vit harmaðust um, at tingfólk í Sandoy ikki rakk innum aftur hesaferð. Og vit takka Pálli á Reynatúgvu fyribils fyri sítt strev á tingi, í landsstýri og sum løgtingsformaður fyri flokk, oyggj, land og tjóð.

Vit fegnast um, at Sandoyar Tjóðveldisfelag heldur á, og hevur skipað seg við megnarfólki. Vit síggja longu dugnaskap tykkara við at skipa fyri hesum flokstingi. Stóra tøkk eiga tit fyri tað.

Vit gleddust um góða framgongd í summum plássum í landinum, men harmaðust um afturgongd aðrastaðni. Vit gleddust um tey tingfólk, ið vórðu vald og nývald fyri flokkin – og tey, sum komu á ting eftir at landsstýrið varð skipað. Eitt valalið, sum tit eisini hava fingið prógv um her í morgun, eru dundrandi dugnalig og gera eitt megnar arbeiði saman undir leiðslu og samskipan hjá Hervør. Og vit harmaðust um tey, ið ikki rukku hesaferð. Men samanumtikið stóðu øll valevnini seg persónliga framúr val í bæði framferð, politiskum orðaskiftum og atkvøðutali. Her er ljómandi gott grundarlag at halda á, byggja upp, vinna fram og seta við.

Eftirmetingin av seinastu valunum og góða arbeiðið hjá aðalstjórnini og valtoymi, hevur elvt til, at vit nú hava sett eitt toymi við trimum fólkum at arbeiða fast fyri flokkin við politikkmenning, samskifti, tiltøkum kring landið og samskipan av tjóðveldispolitikki á øllum pallum.

Hetta toymið við Katrini Petersen, Heidi Lava Elgeirsdóttir og Áka Andreasen er eisini farið undir at gera uppskotið til nýggj stevnumið liðugt. Vit vilja eisini takk fyri megnararbeiðið hjá Róki Herup Olsen, sum hevur starvast fyri flokkin fyrimyndarliga – eins og fyri Unga Tjóðveldið-

---

Góðu tjóðveldisfólk.

Kristian Oskar Viderø skrivar í Søgu Sands:

“Tað var ikki av tilvild, at fyrsti fólkafundur í Føroyum var á Sandi, uppi undir Traðahamri. Ætlanin var, at nú skuldi tjóðin fáa málið fyri seg og tala. Fyrr høvdu einans einstakir menn talað og hvør fyri seg í sínum serligu umstøðum, men nú skuldi landið, móðir allra, tala. (...) – Tjóðin skuldi tala, men hon var ung, havdi ikki rættuliga fingið málið fyri seg og sá ikki víðan út. (...) – Og tí varð hesin søguríki fundur hildin á Sandi. Har sást víðan út, og tað var, sum at her bjó undir eitthvørt skeypsamiligt. Bygdin brosti, eins og barst henni í hjartaligan hlátur. Tað var, sum at hon sá hærri endamark fyrir stavni hjá mannanna børnum (...).”

Hesin fyrsti fólkafundur í Føroyum, sum Viderø hugleiðir um, varð hildin fyri júst 129 árum síðani, júst her í bygdini. 2. hvítusunnudag, 14. mai 1894. Á hesum fólkafundi var eisini fyrsta lutherska útigudstænastan hildin í Føroyum. Hon var tó ikki hildin á føroyskum. Oldurabbi mín, Jørgen Falk Rønne, ið tá var Sandoyarprestur, helt hana á sínum móðurmáli, donskum. Men 9 ár seinni, í 1903, fyri júst 120 árum síðani, var tó fyrsta gudstænasta á føroyskum hildin í Skopunar kirkju. Kvinnur og menn í Skopun høvdu nærum øll skrivað undir áheitan til A.C. Evensen, sum tók við eftir oldurabba sum Sandoyarprestur, og hann fekk eftir umsókn til Krikjumálaráðið í Keypmannahavn eitt undantaksloyvi at halda eina gudstænastu á føroyskum í Skopunar kirkju. Ikki fyrr enn í 1939 varð loyvt at prædika og undirvísa á føroyskum.

Stigtakarar til fyrsta fólkafundin í Føroyum her undir Traðahamri, vóru Jóhan Hendrik Poulsen í Skopun og Mads Andrias Winther, hiðani heiman av Sandi. Her kom fólk úr øllum landinum saman. Høvuðsevnini vóru at menna mentanina og móðurmálið og at vinna málinum rættindi og amboð. At fremja sjálvbjargni í øllum lutum. At skapa samanhald. At bøta um livikor, útbúgving og møguleikar hjá øllum í landinum. At virða og ikki vanvirða okkara egna. Og at skoða út í heim og síggja okkum sum tjóð millum aðrar.

Her byrjaði tað. Og tað var júst sama hugsjón og somu mál og visjónir sum elvdu til, at menn og kvinnur fyri júst 75 árum síðani stovnaðu Tjóðveldisflokkin. Har bæði gleði og harmur síðani hava drivið rørsluna og flokkin áfram.

Og tað liggur nú á okkum, um bøurin ber, sum øll teyn undan okkum hava velt.

Vit fara at megna tað.

---

Men sjálvandi verður tað ikki lætt á nakran hátt. Vit hava framvegis tær somu stríðsásirnar, sum hava myndað føroyskan politikk undir allari amtstíðini og heimastýristíðini.

Vit hava jú ongantið skipað eitt veruligt fólkaræði, har fólkið hevur samtykt okkara grundlóg og rættindir. Álitið á okkara myndugleikar er ongantíð kjølfest. Stríðið millum miðstaðin og restina av landinum er fremsta dømið um tað. Seráhugamál hava sterka kraft og spjaðingarmegi í flestu málum. Virðisstríðini um javnrættindi millum fólk, seta enn dagsskránna.

Og samstundis verður dagsskráin og tann hátturin, vit síggja okkum sjálv, áhaldandi settur aðrastaðni. Í einum øðrum landi og einum øðrum parlamenti og í øðrum fjølmiðlum. Har vit síggja okkum sjálv sum undirskipað og ikki javnverd sum fólk og tjóð og politisk skipan. Síggja okkum sum ein útjaðara í einum øðrum ríki, hóast vit eru í einum av heimsins miðdeplum í Norðurhøvum – og eru ein stórhavstjóð við óendaligum møguleikum.

Men okkara mentala sjálvkolonisering verður endurskapað støðugt. Okkara fjølmiðlar og mentanarberar brúka valdsorð sum “ríkisfelagsskap” og “nú er veruleikin einaferð soleiðis...”, uttan at spyrja hví? Og hóast vit ongantíð fólkaræðisliga hava góðtikið tann sonevnda veruleikan. Og hóast okkara mentafólk, ítróttarfólk, vinnulívsfólk, sjófólk, arbeiðsfólk, granskarar o.s.fr. hvønn einasta dag bróta ta mentalu sjálvkoloniseringina og prógva, at vit eru hvørki verri ella betri enn onnur. Men vit eru her. Og tá ið vit fara út í heim sum javnsett undir okkara egna flaggi, so mennast vit og flyta fjøll. Ja, tá dunar tað eisini og sæst í heimsins mongu samstørvum millum tjóðir.

Men í roynd og veru snúgva tey flestu av okkara stríðsmálum og stríðsásum um fólkaræði. Drívmegin í bæði framburðinum og í stríðsmálum okkara millum er í veruleikanum eisini stríð fyri fólkaræði, sjálvbjargni, javnseting og somu møguleikum. At menna sítt egna og hava avgerðarrætt og ávirkan í øllum pørtum av landinum og uttan mun til, hvørji vit eru og hvussu vit eru fødd og hvussu vit liva.

Tey støðugu stríðsmálini snúgva seg um fólkaræði, vantandi álit á landsmyndugleikar og tjóðarstovnar, ótta og býtið av virðum. Tað fer altíð at vera drívmegin, men vit hava bert einaferð sum fólk og tjóð tikið demokratiska støðu til okkara vald og skipanir. Og tá varð tað ikki sett í verk.

Tí hava vit enn sum áður tørv á eini grundlóg og á loysing í øllum lutum. Har vit í hvussu er semjast um, hvussu valdið verður skipað og avmarkað, ikki kann misnýtast, og at vit hava somu rættindi og kunnu hava álit á okkara skipanum og myndugleikum. Og at vit í felag eiga valdið at viðgera og leggja okkara leiðir.

Hesi stríðsmál og støðugu avgerðir mugu byggja á okkara egnu veruleikar.

Og eg fari at enda at endurgeva farbróðir Gunnar Hoydal, sála, tá ið hann sigur um føroyska samfelagið:

“Vit síggjast aftur hvør fyri øðrum, og tað er kanska størsti fyrimunur, vit hava fram um onnur. Føroyar eru fjølbroyttar, settar saman av nógvum ymsum heimakenslum. Hvør oyggj og hvør bygd hevur síni eyðkenni, sítt egna lag og sítt egna lyndi. Fólk klandrast, spilla hvønn annan út, krevja sín rætt. Men heilt av sær sjálvum, er eitt samanhald aftanfyri, og vit vita, at vit hava nakað umráðandi saman: Mál, søgu og mentan. (...)

Hjá okkum ber ikki til at liva i fláum, sum í teimum stóru londunum, har tey eftir yrki og áhuga kunnu velja tað burturúr, sum teimum dámar mest. Tað ber ikki til at vísa frá sær alt tað, sum býður ímóti. Smátt er ikki altíð so vakurt, sum tað verður sagt, men vakurt er tað, at eisini tað mishátta sleppur upp í part. Hjá okkum slepst ikki undan tí ótespiliga, tí býtta, tí meinfýsna, øvundsjúkuni, øllum tí smáliga. Men tað er hetta, sum ger okkum stór. Hetta fjølbroytta blandið av góðum og ringum gevur okkum eina kenslu av heild, sjálvt um spjaðing og ósemja er í hvørjari ætlan og hvørjum verki.

Vit vita, at vit eru hvørki betri, klókari ella sterkari enn onnur, men vit vita eisini, at fulla nytta av tí, onnur kunnu læra okkum fáa vit fyrstani, tá ið it virða tað besta i okkum sjálvum.”

Vir eru á góðari leið. Vit eru á rættari leið. Og gluggarnir gloppast til at styrkja og menna tjóðveldisrørsluna í hesum tíðum. Lat tað vera okkara fremsta setning og samanhald í árinum, sum kemur.

Gott floksting. Og til lukku við teimum 75 árunum hjá okkara so gróðrarríka felagsskapi.

Høgni Hoydal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo