Á Føroya Bjór eru tey spent til býráðsfundin í kvøld. Eitt av málunum er at leggja ein 7 metur breiðan veg ígjøgnum vanliga arbeiðsøki og 30 parkeringspláss til nýggja hotellið beint frammanfyri bryggjarínum.
- Hetta málið er so nýtt, at vit fyrst fingu at vita um tað 19. juli í ár.
- Vit hava nú fingið ta fatan, at býráðslimir halda at hetta er gjørt í samráð við okkum.
- Tað er tað sjálvandi ikki.
- Vit hava roynt at mótmælt, men tað er fyri deyvum oyrum, sigur Einar Waag í stuttari viðmerking til VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo