Hagstovan: Knappar 950 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum í juni. Tað eru slakar 80 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin er góð 9%.
Lønargjaldingarnar fóru spakuliga at vaksa aftur á heysti í 2020, men hevur ikki havt somu ferð sum undan koronu. Nú eru ábendingar um, at vøksturin er tiltakandi og hevur somu ferð, sum áðrenn koronufarsóttin rakti. Tað vísir trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum mánað fyri mánað.
Ferð komin á vøksturin bæði hjá monnun og kvinnum
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin í lønargjaldingunum.
Tá koronufarsóttin rakti í 2020 kom stígur í vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnunum. Hjá kvinnunum varð vøksturin avtakandi, men vøksturin steðgaði ikki upp, sum hjá monnunum. Nú er ferð komin á vøksturin bæði hjá monnum og kvinnunum.
Í juni áttu menninir 576 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 61% av útgoldnu lønunum. Tað eru 48 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 371 milliónir, sum eru 32 milliónir meira enn sama mánað í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo