Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Í januar vórðu góðar 940 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 72 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Hetta er ein vøkstur á 8,3 prosent.

Vøksturin í lønargjaldingum hevur verið rættiliga javnur síðani á heysti 2020. 

Løntakarar búsitandi uttanlands áttu slakar 25 milliónir
Niðanfyri síggjast lønargjaldingarnar til løntakarar, sum búgva uttanlands. Í januar var talið á 24,6 milliónum ella 2,6 prosent av lønargjaldingunum. 

Lønargjaldingarnar til fólk búsitandi uttanlands vóru góðar 20 milliónir ella 46 prosent lægri í januar í mun til desember. Av hesum muninum áttu menn nítjan milliónir. Borið saman við januar í fjør er vøksturin 1,2 milliónir krónir ella 5 prosent. 

Fá meira at vita her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo