Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

RD GROUP: Høllin á Hálsi verður 09.mars karmur um eitt stórt tiltak, har farið verður aftur í 90'ini. Har verður tónleikur, móti, undirhald, vinir, og alt annað, sum hoyrir 90unum til. 

Nøvnini verða avdúkað so hvørt tiltakið nærkast og nú eru fyriskiparirnir klárir at avdúka fyrsta navnið ið er DJ Sash! Hann toppaði mangar hittlistar kring heimin í 90unum við hittum sum Ecuador, Stay, Encore, Mysterious Times, Rock My Body og Adelante, og nú kemur hann í Høllina á Hálsi 09.mars.

Hann hevur verið aktivur á tónleikapallinum í 26 ár og er seinastu árini veruliga komin fram aftur, við nýggjum elektroniskum tónleiki. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir og er garantur fyri at skapa sannan 90ára hýr, har hann framførir.  Fyrireikarinir eru sera fegnir um, at Dj Sash! verður við til kvøldið og vænta nógv fólk til tiltakið.

Tiltakið er kl 21:00-03:45 og alt kvøldið er spekkað av góðum tónleiki - bæði føroyskum og útlendskum.  

Atgongumerki verða sett til sølu mánadagin 8.januar kl 08:00 á www.ebillett.fo og fyrstu 24 tímarnir verða tey seld fyri serprís. Tað er 25 ára aldursmark til tiltakið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo