Hagstovan: Góðar 900 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum í oktober. Tað eru 55 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 6,4%.
Lønarvøksturin steðgaði upp undir koronu, men fór spakuliga at vaksa aftur á heysti í 2020. Nú eru ábendingar um, at vøksturin er tiltakandi og hevur somu ferð, sum áðrenn koronufarsóttin rakti.
Lønargjaldingar vaksa bæði hjá monnum og kvinnum
Tá koronufarsóttin rakti í 2020, kom stígur í vøksturin í samlaðu lønunum hjá monnunum. Hjá kvinnunum varð vøksturin avtakandi, men vøksturin steðgaði ikki upp, sum hjá monnunum. Nú er ferð komin á vøksturin bæði hjá monnum og kvinnum.
Í oktober áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 61% av útgoldnu lønunum. Tað eru 38 milliónir ella 7,4% meira útgoldið enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu um 360 milliónir, sum eru 17 milliónir ella 5% meira enn sama mánað í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo