Heilsustýrið: Heilsustýrið hevur í tríggjar vikur heitt á fólk um at senda fráboðan, um tey hava staðfest koronu við eini positivari heimatest. Hóast tølini skulu takast við stórum fyrivarni, so eru ábendingar um, at smittustøðan ikki er versnað.
Fráboðanirnar, sum Heilsustýrið regluliga fær frá sjúkrahúsverkinum, vísa, at talið á innløgdum við koronusmittu hevur staðið í stað farnu fýra vikurnar. Samstundis eru fráboðanirnar um positivar heimatestir, sum Heilsustýrið hevur móttikið, eisini fallandi. Tað kann tó ikki í sjálvum sær brúkast sum grundarlag, tí eingin vissa er fyri, at fólk boða frá.
Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum, er kortini fegin um, at fólk hava tikið undir við átakinum, og vil nýta høvið at takka fólki fyri, at tey hava ómakað sær at senda fráboðanir inn. Tí sjálvt um fráboðanirnar ikki geva eina greiða mynd av smittustøðuni, so geva tær nakrar ábendingar um støðuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo