Miðlastuðulsnevndin undir Almanna- og mentamálaráðnum, hevur latið 7 miðlum stuðul til lønarútreiðslur fyri síðsta rakstrarár.
Størsta stuðulin fekk Sosialurin, íalt 348.000 krónur. Knassar, sum reka Portal.fo, fingu 234.870 krónur í stuðli, FM1 fekk 163.524 kr, Netavísin VP fekk 62.603 kr, Eysturoyarportalurin fekk 32.067 kr, Rás 2 fekk 22.777 kr og JN.fo fekk 6.158 kr. Tilsamans vórðu 870.000 krónur lætnar í stuðli til lønarútreiðslur.
Harumframt kunnu miðlarnir eisini søkja um stuðul til ávísar verkætlanir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo