FSF: Alt eftir hvussu støðan í samband við korona hevur verið, hevur Fótbóltssamband Føroya í hesum árinum skipað fyri regluligum úrvalsvenjingum fyri gentum og dreingjum, fødd í 2006 og 2007.
Vant hevur verið á Tórsvølli og á Svangaskarði, og sum heild hevur undirtøkan til allar venjingarnar verið góð. Og nú seinasta venjingin var á skránni, luttóku áleið 80 børn.
– Úrvalsvenjingarnar hava fingið góða móttøku frá bæði venjarum, spælarum og feløgum, og tað er sera hugaligt, at vit so seint á árinum kunnu savna so nógv børn og ung til fótbóltsvenjingar, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.
Tað eru fótbóltsmennararnir hjá FSF, Jógvan Martin Olsen, Sigfríður Clementsen og Fróði Benjaminsen, ið hava havt fakligu ábyrgdina og sum hava samskipað venjingarnar, væl hjálptir av ungdómslandsliðsvenjarunum og øðrum lokalum venjarum.
Eftir ætlan verður byrjað aftur tann 20. januar 2021, og tá verða úrvalsvenjingarnar fyri børn, fødd í 2007 og 2008.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo