Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-071/2023 frá Árna Skaale, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um støðuna í tunlum

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvir tunlar í Føroyum hava ikki innlagt el, og hvørjir eru hesir tunlarnir?

2. Hvussu nógvir tunlar hava einans neyðljós og ikki koyribanaljós, og hvørjir eru hesir?

3. Nær kann væntast, at Kunoyartunnilin verður uppgraderaður við koyribanaljósi?

4. Er ein prioriterað ætlan um, hvussu verandi tunlar verða uppstigaðir, soleiðis at teir liva upp til tey krøvini (ella vanligan standard), sum vera sett til tunlar í dag?

Svar til spurning 1
Fyri at gera trygdina enn betri í tunlum landsins, hava Landsverk og Net samstarvað um at fáa fartelefonsamband í allar tunlar í Føroyum. Í hesum sambandi er el lagt til allar tunnilsmunnarnar, tó uttan at el-innleggingar til ljós og annað er lagt inn í allar tunlar.

Tað eru 21 tunlar, ið eru í nýtslu. Av hesum eru 8 tunlar, sum ikki hava loftsljós.

Teir eru:
• Árnafjarðartunnilin (1965)
• Hvannasundstunnilin (1967)
• Sandvíkstunnilin (1970)
• Villingardalstunnilin (1979)
• Ritudalstunnlin (1980)
• Mikladalstunnlin (1980)
• Trøllanestunnilin (1985
• Kunoyartunnilin (1988)

Tunlarnir Norður um Fjall, Dalstunnilin og Fámjinstunnilin eru í gerð. Teir fara allir at hava loftsljós.

Svar til spurning 2
Í dag er tað bert Kunoyartunnilin, sum hvørki hevur loftsljós ella neyðljós/rímingarljós.

Her skal tó gerast vart við, at trygdin í tunlinum ikki einans er treytað av ljósviðurskiftunum, men eisini, hvørt tunlarnir eru útgjørdir við eldsløkkjarum, neyðtelefonum, ventilatión og annað.

Kunoyartunnilin hevur fartelefonsamband og eldsløkkjarar.

Svar til spurning 3 og 4
Eftir galdandi íløguætlan fyri 2018-2030 verða 20 mió. kr. játtaðar til at dagføra Leirvíkstunnilin, og 30 mió. kr. játtaðar til at dagføra Kollfjarðartunnilin árini 2027-2028.

Aðrar dagføringar vera ikki nevndar beinleiðis í íløguætlanini, men verða 6-7 mió. kr. játtaðar árliga til at dagføra brýr og tunlar.

Í samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018-2030 verður mælt til at dagføra Kunoyartunnilin, Gásadalstunnilin og Sumbiartunnilin. Einans Sumbiartunnilin er partvíst dagførdur.

Kunoyartunnilin tørvar dagføringar. Um tunnilin skal lúka nútímans trygdarkrøv, skal ymisk útgerð setast upp í tunlinum. Samlaður kostnaður fyri dagføring er í 2018 prísum mettur til at verða 10-12 mió. kr. uttan váðaískoyti.

Dagføring av tunlum eigur at verða raðfest fremri.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo