Vegna toymið aftanfyri tiltakið: Vit liva í eini tíð við óendaligum møguleikum og hákonjunkturi. Sum tjóð og samfelag hava vit tað gott, við áhaldandi samfelagsvøkstri, vaksandi almennum og kommunalum tænastum til frama fyri allar borgarar. Vit passa uppá hvønnannan.
Vit menna skipanir og strukturar, greina og tillaga, tí vit ynskja eitt solidariskt samfelag, ið tryggjar rættindi og møguleikar fyri allar samfelagsbólkar. Vit stremba ímóti at virða rættindi, vit eru demokratisk, vit læra og uppala okkara ungu til at taka ábyrgd, til virðing og ávirkan.
Men sæst okkara stremban aftur í samfelagnum? Um vit taka støði í kvinnuávirkan, so halda vit ikki tað. Heldur ikki um vit hyggja eftir okkara arbeiðsmarknaði, síggja vit javnvágina.
Tí hava vit valt at skipa eitt 8. mars hald, sum, við støði í kvinnurættindum, samtíðis setur sjóneykuna á teir normar, sum liggja til grund fyri, hvussu vit skipa okkum sum samfelag. Tí hóast vit eru væl við, tá umræður kvinnurættindi, so hava vit ikki javnstøðu!
Umboðanin av kvinnum í nevndum, leiðslum, býráðum, landstýri og løgtingi, er ikki nøktandi. Sum samfelag hava vit ikki javnvág á hesum øki, og hví er tað so? Hví uppdraga vit ikki gentir til samfelagsávirkan? Og hví uppdraga vit ikki dreingir til at raðfesta familjuna hægri? Ella gera vit tað?
Kann tað hugsast, at vit eru ótilvitaði um møguligar restriktivar normar, ið forða fyri at vit skipa okkara samfelag við javnvág? Og um so er, hvørjir eru so hesu restriktivu normar? Og hvar liggur ábyrgdin at skipa okkum betur?
Kann tað hugsast at vit sum samfelag vóru loyst úr hafti, um vit funnu hesa javnvág?
Sum ein av heimsins minstu tjóðum, er okkara fornemmasta uppgáva við skynsemi at tryggja burðardyggar framtíðarloysnir, og at vit gera tað í felag. Vit vilja hava ein sterkan familjustruktur, har børn og ung trívast og rúmast. Vit vilja hava ein fleksiblan, vælskipaðan arbeiðsmarknað, ið gongur undan og ásetur løn fyri loystar uppgávur og javnsetur bæði kyn.
Sum samfelag hava vit ikki ráð til, at helvtin av arbeiðsmegini nærum einsamøll átekur sær uppgávuna at tryggja ein sterkan familjustruktur. Hetta skulu vit gera í felag. Somuleiðis eiga vit í felag at finna eina javnvág, sum gevur arbeiðsmarknaðinum bestu fyritreytir fyri menning av allari arbeiðsmegini. Vit skulu síggja í eyguni, at vit hava tørv á øllum!
Tí bjóða vit inn til eitt kvøld, har vit fara í dýpdina við hesum trupulleika. Vit ætla at byrja kvøldið við, at Ivonna Johansen, granskari, hyggur eftir námsfrøðini handan normar og kyn og greinar hesar fyri okkum og setur í perspektiv, hvussu vit verða ávirkaði samfelagsliga.
Síðani fara vit at hava tvey ymisk sofakjak, har serfrøðingar lýsa og skifta orð um, hvussu aktuella avbjóðingin ávirkar okkum og evt. kann loysast. Orðstýrarin, sum leiðir okkum væl gjøgnum kvøldið, er Katrin Petersen. Havandi í huga, at seinni í ár verður kommunuval, vilja vit seta hesi evnir á breddan á kvinnudegnum, og vit gleða okkum til at hoyra møgulig uppskot og loysnir, ið føra til betri og fjølbroyttari politikkir.
Sí skrá her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo