Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú eru 77 ár liðin síðan eg - nýliga fyltur seks ár - saman við mammu míni fór oman til skúlan í Kaldbak har fólkaatkvøða var um vit skuldu taka við danska stjórnaruppskotinum ella loysa frá Danmark. 

Mikil var frøin tá talt var upp um kvøldið. Mamma hevði vunnið!

Tá vit í dag fara inn á internetið fáa vit at vita tað sama sum vit hoyrdu í útvarpinum hetta kvøldið fyri 77 árum síðani. Loysing vann við 51 prosentum av atkvøðunum, og á einari demokratiskari atkvøðugreiðslu verður tað sett í verk, sum meirilutin samtykkir.

Í ódemokratiskum londum er øðrvísi. Har verður tann demokratiski meirilutin kúgaður við hermegi.

Tíverri fyri mammu mína og land og tjóð okkara vísti tað seg fyri 77 árum síðani, at Danmark er eitt av heimsins ódemokratisku londum. 

Tá løgting okkara vildi sleppa at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at seta tað í verk sum mamma mín hevði atkvøtt fyri, varð eitt krígsskip sent til Tórshavnar at handtaka teir løgtingsmenn sum vildu samráðast. Uttan nakra heimild yvirhøvur sendi danska stjórnin okkara nývaldu løgtingsmenn til hús.

Hetta er ein ólóglig gerð, og gevur hon ikki brotsmanninum nakran rætt. Okkum hevur órættur verið fyri!

Tí hava vit rætt til at krevja av donsku stjórnini, at hon biður okkum so miriliga um fyrigeving fyri ta ólógligu gerð, sum hon gjørdi ímóti okkum fyri 77 árum síðani, og at hon sum skjótast tekur upp samráðingar við okkum um loysingarsáttmálan.

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo