Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í mai 2020 eru 75 ár liðin, síðan seinni heimsbardagi var av. Friður varð lýstur í Evropa, og hersetingin av Føroyum endaði.

Dýra biðidag, fríggjadagin 8. mai 2020, verður skipað fyri hátíðarligum minningarhald í Tórshavn, og onnur tiltøk við søgu og mentan frá krígsárunum verða hildin um sama mundið. Tórshavnar kommuna skipar fyri saman við Føroya landsstýri, Visit Tórshavn o.ø.

Hervið verða felagsskapir, stovnar og onnur boðin at skipa fyri tiltøkum hóskandi til høvið, og ætlanin er, at tiltøk verða alla vikuna. Tiltøkini kunnu t.d. vera framsýningar, tónleikaframførslur, sjónleikur, filmssýning o.a.

Søkjast kann um stuðul til tiltøk við at senda umsóknarblað til Mentamáladeildina, torshavn@torshavn.fo.

Her er eitt leinki til umsóknarblað.

Tað er sjálvsagt, at minningarhald um hetta sermerkta tíðarskeiðið í søgu okkara verður hildið á ymiskan hátt, bæði fyri at æra minnið um tey falnu, og sum áminning til nútíðar ættarlið um hetta kollveltandi tíðarskeið í søgu okkara og heimsins, bert 1-3 ættarlið síðan, og sum á fleiri økjum hevur myndað land okkara síðan.

Umleið 205 føroyingar lótu lív í sigling á krígsvøllum og í vanlukkum á føroyskum og útlendskum skipum.

Bretska hersetingin í Føroyum, kallað Operation Valentine, vardi frá 12. apríl 1940 til 16. mai 1945, og onkuntíð vóru um 8000 bretskir hermenn í landinum. Friðurin í Evropa varð lýstur 8. mai 1945 og í øllum heiminum á heysti 1945.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo