Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Eitt tað mest ræðuliga bumbuálopið undir Øðrum Verðinskríggi var móti tí gamla miðbýnum í fagra kulturstaðnum Dresden.

- Tað hendi bara 2 og 1/2 mánaða, áðrenn kríggið endaði, og tað er framvegis ein gáta, hví bæði England og USA bumbaðu akkurát tann býin, sum allarflestu søgumenn ikki hildu hava serliga stóran militeran týdning fyri Týskland.

Álopið var primert við brandbumbum, so ein stórur partur av tí centrala Dresden kolaðist upp og bleiv fulkomuliga sundursorlaður.

Nógv fólk doyðu (minst 25.000) og enn fleiri vórðu særd.

Eftirsum fáir soldatar vóru í býnum, og serliga ikki í centrum, vóru tað næstan bara civil fólk, altso børn, kvinnur og eldri menn, sum blivu dripin.

Miðbýurin í Altstadt-Dresden var øgiliga tætt bygdur við óerstattiligum arkitektoniskum bygningum, serliga frá renaissancu- og barokk-tíðini.

Harafturímóti lógu fyritøkur og ídnaðarøki í útjaðaranum av býnum.

Býurin hevði so hábærsliga prýðiligan arkitektur, at hann bleiv kallaður "Norðeuropas Firenze", ella "Firenze við Elben".

Nevnast kunnu Semperoperain, Frauenkirche, Dresdner Schloss, Sophienkirche, Kurländer Palais og tað fantastiska Zwinger-slottið sum øll vórðu oydiløgd, men eru bygd uppaftur í dag.

Søgumenn hava líka síðani 1945 debatterað um ein terror-bumbing av einum civilum máli, sum Dresden var ein kriminell gerð og ikki vanligt kríggj, men teir verða valla nakrantíð samdir.

Men faktum er, at tað vóru ikki soldatar, men civilistar sum vórðu dripin teir tríggjar feigdardagarnar í februar 1945, og tað vóru mest prýðisbygningar, sum vórðu kolaðir upp, meðan tær fyritøkur, sum lógu i útjaðaranum av býnum, flestallar sluppu undan.

Tað var ein civil massakra, ein terror-bumbing, sum eingin hevur torað ella viljað tikið ábyrgdina av aftaná Kríggið.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo