![Skulaborn](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/c/d/csm_Skulaborn_e0f922a0ce.png)
![Skulaborn](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/c/d/csm_Skulaborn_e0f922a0ce.png)
Skúlablaðið: Mikudagin í komandi viku fara 716 børn fyri fyrstu ferð í skúla - í fólkaskúla og frískúla, skrivar Skúlablaðið.
670 børn fóru í 1. flokk síðsta ár. Talan er sostatt um eina hækking.
Talið á teimum, sum byrja í 1. flokki, hevur annars verið nøkulunda støðugt síðstu árini. Í fyrraárið byrjaðu 685 børn í 1. flokki, og árið fyri 715 næmingar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo