19. januar fingu 7 skipsatstøðarar prógv á Sjónámi.
Harumframt tóku 5 teirra dugnaskaparprógv í sigling.
Nøvnini frá vinstru eru fylgjandi:
Pætur Klein á Líknargøtu, Teitur Midjord, Jógvan Páll Hansen, Sam Elttør, Mikala Larsen Mørkøre og Pól Jakku Acala Samuelsen. Niclas Jóhan Hóvsgaarð sum eisini fekk prógv, er ikki við á myndini.
Pætur Klein á Líknargøtu fekk gávu frá Norðoya Sparikassa fyri besta avrik til skipsatstøðara og dugnaskaparroyndina. Harumframt fekk Pætur gávu frá Banknordik fyri stóra hjálpsemi sítt í flokkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo